Hóast fleiri málmøguleikar, so gjørdist tað bert til ein 1-0 sigur til Víking, tá teir í kvøld spældu sín fyrsta dyst í Conference League.
Mótstøðuliðið var FC Europa úr Gibraltar.
Tað var Olaf Bárðarson, sum fillaði eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin upp um verjugarðin og í nærmasta málborn – eitt sera vakurt mál. Málið kom seks minuttir inn í seinna hálvleik.
Víkingur átti at fingið meira burturúr, men hetta var – sambært viðmerkjarunum hjá Televarpinum – ikki ein av bestu døgunum hjá Víkingi. Vónin er nú, at Víkingur finnur sítt vanliga góða spæl aftur, tá teir komandi hósdag aftur skulu møta FC Europa, tá á Victoria leikvøllinum í Gibraltar, har allir dystirnir í landskappingini og allir altjóða dystir í Gibraltar verða spældir.
Bjarni Enghamar tók myndirnar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald