Berlin Týskland (Portalurin)Í samband við at nógvir ungir hoyvíkingar eru í Berlin, tí teir skulu hyggja eftir Føroyum, tóku venjarar og foreldur hjá H71 stig til venjingardystir í vikuskiftinum.
Í gjár vunnu U14-dreingirnir ein flottan sigur á stórfelagnum Fücshe Berlin, og í dag spældu teir aftur.
Allur dysturin sæst á leinkinum her:
Tað endaði við 36-30 sigri í einari skúlahøll, har felagið Pfeffersport heldur til. Hóast avbjóðingar við, at spælt var uttan harpiks (vegna høllin) vístu hoyvíkgar góðar góðar taktir. Á liðnum eru tveir, sum hava beiggjar á A-landsliðnum: Boas á SKipagøtu - beiggi Elias og Róa - og Silas Vedelsbøl - beiggi Ísak.
Løtu seinni spældu U16-liðini hjá feløgunum, og har var eingin ivi. H71 vann heili 40-24 og spældi føroyska liðið flottan og sannførandi hondbólt.
Seinni fara øll í vøl størru Mercedes Benz-Arena at stuðla Føroyum móti Noreg. Tann dysuturin byrjar klokkan 19.30. Tað var næstan heilt fult til ungdómsdystirnar í dag - ein rúgva av føroyingum var og hugdi. U14-liðið hjá H71 spælir aftur í morgin. Tað er ímóti SG OGF Berlin í Louis Zobel Sporthalle, klokkan 15 lokala tíð.
Dagført: 18.54
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald