Hondbóltur

Myndir: U17-kvinnurnar taptu 31-28 fyri Norðurmakedonia

Føroysku U17-kvinnurnar sýndu annars sítt best spæl higartil í EM-endaspælinum og vóru frammanfyri 17-10 í hálvleikinum.

(Mynd: Matchlens.me)

(Mynd: Matchlens.me)

2025-08-09 11:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: Ein undarligur dystur! Føroysku U17-kvinnurnar sýndu sítt best spæl higartil í EM-endaspælinum og vóru frammanfyri 17-10 í hálvleikinum, men bráðnaðu heilt í seinna hálvleiki og taptu 31-28 fyri Norðurmakedonia.

Føroysku kvinnurnar sýntust uppsettar og spældu væl frá byrjan í fyrra hálvleiki við Hallu Haldansen á odda, sum eisini skeyt Føroyar inn í dystin við tveimum teimum fyrstu málunum. Føroyska verjan stóð eisini væl við einari vælleikandi Femju Sámalsdóttir Soll í málinum. Føroyar settu seg á dystin og øktu so líðandi um leiðsluna, sum hálvleikurin gekk. Serliga seinasta løtan, har okkara øktu frá 13-10 til 17-10, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Føroyar hildu áfram í seinna hálvleiki, har tær sleptu í fyrra og vóru frammanfyri 20-12, hetta 5 minuttir inn í seinna hálvleik. Hvat hendi næstu løtuna er ilt at siga, men tær Norðurmakedonsku komu spakuliga inn í dystin og dysturin gekk javnt á eina løtu. Føroyska verjan og málverjarnir fingu als ikki fatur, Norðurmakedonia hevði momentum og brádliga stóð 24-24 tá 12 minuttir restaðu. Dysturin lá og ridlaði, men tær Norðurmakedonsku vóru neyvari teir seinastu 5 minuttirnar og vunnu 31-28.

Eftir dystin var Halla Haldansen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Halla hevur verið mest eyðsýndi føroyski álopsleikarin í kappingini, og var hetta eisini galdandi í gjár, har hon gjørdi 9 mál. Føroyar skulu nú spæla um 23. pláss í EM-endaspælinum og verður hesin dysturin sunnudagin kl. 8.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Føroyar – Norðurmakedonia:
5 min. 3-2
10 min. 5-3
15 min. 8-5
20 min. 12-7
25 min. 13-10
30 min. 17-10
35 min. 20-13
40 min. 22-16
45 min. 23-20
50 min. 24-24
55 min. 26-27
60 min. 28-31

Málskjúttar hjá Føroyum:
Bjørk Mariusardóttir 10 (4)
Halla Haldansen 9
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 3
Fríða Eysturtún Rubeksen 2
Lý Dávadóttir Magnussen 2
Herdis Højgaard Petersen 1
Arina Høgnadóttir Wang 1

Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll 12 bjarging, 32%

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder