2025-09-28 16:38

VB tók í dag ímóti Neistanum á Eiðinum í Vági. Vágskvinnur góvu havnarkvinnum skarpan gang.
Støðan í steðginum var 13-12 og liðini fylgdust til umleið eitt korter var eftir. Tá drógu neistakvinnur frá og til síðst bleiv munurin stórur. Úrslitið gjørdist 32-26.
Ró Reginsdóttir gjørdist toppskjútti í dystinum - hon gjørdi tíggju mál fyri Neistan.
Sí myndir:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald