2021-04-11 21:17
Tað gjørdist ein tryggur fimm málssigur hjá vestmenningum í kvøld, tá teir tóku ímóti H71 í fyrstu FM-finaluni.
Við millum annað stórspælandi Mladen Mjerimacka í VÍF-málinum, syrgdu vestmenningar fyri at H71 ikki fekk sítt spæl at rigga. Úrslitið gjørdist 26-21 til VÍF, sum sostatt vann fyrstu uppgerðina av fimm møguligum.
Eitt lið skal vinna tríggjar finalur fyri at tryggja sær Føroyameistaraheitið.
Sí myndirnar sum Jens Kristian Vang tók í einari kókandi ítróttarhøll í Vestmanna:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald