
Teir flestu spælararnir eru til reiðar. Ivamál er um royndu áleypararnar Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen - serliga Lava - men annars er støðan góð, og lagið var gott í Sarpugerði í kvøld.
Ein ávísur spenningur er í luftini undan slíkum evropeiskum dystum. Í Víkinga-leguni vita teir, at avrikið skal vera sterkari og spælið betri enn í Andorra hósdagin, har tað endaði 2-1 til Inter Club D’Escaldes.
Brotssparksmálið hjá Sølva Vatnhamar ger, at bert eitt mál skilir partarnar undan seinna dystinum. Víkingur skal fyri fyrstu ferð spæla heimadyst í Klaksvík hósdagin. Sigur á eitt mál tryggjar longda leiktíð - Víkingur skal vinna við tveimum ella meira fyri at koma víðari.
Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen kom víðari í Conference League í fjør, og Víkingur hevur samanlagt spælt seg víðari fimm ferðir í evropeiskari kapping.
Hósdagin 20. juli - Conference League
19.00: Víkingur- Inter Club D' Escaldes (1-2) - Spældur í Klaksvík
Sí nakrar myndir frá venjingini hjá Vikingi í kvøld. Sverri Egholm hevur tikið tær.
-
-
Signar á Brúnni
-
Ari Olsen
-
Jákup Johansen
-
Finnur Justinussen
-
Ingi Jonhardsson
-
Árni Nóa Atlason
-
Poul Kallsberg
-
Arnbjørn Svensson og Geza David Turi
-
Jóhan Petur Poulsen, høvuðsvenjari
-
Ingi Jonhardsson
-
Bjørn Bakkhamar
-
Andreas Lava Olsen
-
Ólavur Mikkelsen, hjálparvenjari
-
Magni Jarnskor, Petur Asbjørn Lervig, Símun Petur Justinussen, Álvur Joensen og Agnar Prestá
-
Olaf Bárðarsson
-
Finnur Justinussen
-
Martin Klein Joensen
-
Jóhan Petur Poulsen, høvuðsvenjari
-
Ólavur Mikkelsen, Sølvi Vatnhamar og Jóhan Petur Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald