Í tí fyrsta Super Bowl-dystinum nakrantíð var Kansas City Chiefs eitt av liðunum. Tað var 15. januar, 1967 í Los Angeles, og hóast finalur í amerikanskum fótbólti vóru vanligar, var Super Bowl eitt nýtt hugtak, og tað var langt frá líka stórt sum í dag. Tað er tann einasta av teimum higartil 53, har tað ikki var útselt til dystin.
Stórfavorittarnir Green Bay Packers vunnu sannførandi á Chiefs, og tá kostaði ein lýsing á CBS og NBC undir dystinum beint yvir 300.000 krónur fyri 30 sekund. Tað var eisini einastu ferð, at tvær sjónvarpsstøðir sendu dystin samstundis. 300.000 er eisini eitt sindur av peningi og serliga í tí tíðini. Nú eru prísirnir tó farnir nógv upp, og í ár skal ein fyritøka av við upp ímóti 40 milliónum, um eins vøra skal verða lýst fyri yvir einum triðingi av amerikanarum í ein hálvan minutt. 37,7 milliónir krónur, 5,6 milliónir dollarar fyri 30 sekund.
Les eisini: Super Bowl Febur í Miami
Shakira og Jennifer Lopez skulu ikki spæla, men skulu undirhalda við sínum sangi í Miami (Mynd: EPA)
CBC, NBC og Fox hava seinastu 14 árini skiftust um at hava rættindini til Super Bowl. Amerikanskir fótboltur er tað best umtókta at hyggja eftir í sjónvarpinum yvirhøvur. Ein listi ið kom fram tíðliga í januar vísti, at 41 útav teimum 50 mest sæddu sendingunum vóru dystir í NFL. Super Bowl fyrst í februar var sjálvandi nummar eitt. Tveir college-dystir vóru eisini á listanum, annars var tað bara slíkt sum ein røða hjá Trump, ið kundi kappast.
Talið til Super Bowl hevur verið hækkandi seinastu nógv árini, men tað minkaði eitt sindur í fjør. Hægsta miðaltalið gjøgnum eina Super Bowl var í 2015: New England Patriots - Seattle Seahawks - 114 milliónir. Í 2017 kom talið so høgt sum ongantíð fyrr, tá yvir 170 milliónir sóu endan, tá Patriots gjørdu eitt nærum óhugsandi comeback móti Atlanta Falcons.
Í ár hevur Fox rættindini til dystin, ið byrjar sunnukvøldið 23.30 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald