Hondbóltur

Neistin koppaði grannunum og skal spæla FM-finalur

Tað vóru serliga Margit Weyhe Frimundsdóttir í málinum og 16-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy, ið gjørdu munin, og nummar trý og nummar fýra í grundspælinum skulu nú spæla finalur.

Neista-kvinnur kundu stórfegnast saman við áskoðarunum etir 23-21 sigurin á Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)

Neista-kvinnur kundu stórfegnast saman við áskoðarunum etir 23-21 sigurin á Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-08 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrstu hálvfinaluni millum grannafeløgini var munurin bert eitt mál. Tá koppaði tað til Neistan. Týskvøldið vóru kyndilskvinnur omaná og vunnu við trimum. Harvið var neyðugt við triðju hálvfinaluni, sum varð leikt í Høllini á Hálsi í kvøld. Larmurin og spenningurin var øðiligur. Útfallið varð, eins og í hálvfinaluni í steypakappingini, at Neistin sigraði. 

Myndir frá dystinum

Fyrstu løtuna høvdu verjurnar og málverjarnir yvirtakið. Skjótt høvdu Jovana Stranjanac og Margit Weihe Frimudsdóttir tikið trý skot hvør og tær vóru á áleið 40 prosentum, hvat bjargingum viðvíkur, móti endanum av fyrra hálvleiki. Tað kom betur glið á álopsspælið, men miðskeiðis í hálvleikinum kom aftur stígur í, og fleiri tekniskar villur vóru at síggja. Jovana og Margit forðaðu eisini fyri í fleiri førum, hóast álopi vóru góð. Tað vóru tó Margit og Neistin, ið høvdu ein lítlan fyrimu, tá farið var til hálvleiks. Tá var munurin eitt mál

[object Object]
Margit Weihe Frimundsdóttir stóð ein branddyst fyri Neistan - landsliðsmálverjin fekk í fleiri førum veruliga fatur á skjúttunum hjá Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm
[object Object]
Tað varð ikki spart nakað - hvørki í álop ella verju. Her brýtur Sólbjørg Høj ígjøgnum og leggur Neistan á odda við tveimum beint fyri steðgin. Verjurnar fingu annars veruliga takklað ofta í hesum dystinum, og tað sást, at nógv stóð uppá spæl hjá grannunum - tó vóru fáar útvísingar (Mynd: Sverri Egholm)

Marjun Danberg hevði fingið tvær útvísingar í fyrra hálvleiki, og harvið varð hon spard í stórum løtum í hálvleiki. Tá so Brynja Høj noyddist av vølli miðskeiðis í 2. hálvleiki við skaða í fótliðnum, so spældu tær í bláum við sera ungum liðið og uttan tveir lyklaleikarar. Kyndil kom eisini á javnt í 17. minutti (16-16), spælið hjá Neistanum koyrdi ikki heilt, og nú lá tað eitt sindur til kyndilskvinnur.

Men so reisti Neista-liðið seg saman: Margit Weihe kom av álvara í gongd aftur í málinum, Marjun kom inn og gjørdi mun í báðum endum, og so tók 16-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy av álvara ábyrgd. Hon hevði í fyrra hálvleiki havt nakrar heilt góðar fríspælingar, og nú avgerðin um finaluplássið skuldi falla skoraði stjørnuskotið við bæði gjøgnumbrotum og langskotum, og hon gjørdist javnsettur toppskjútti við seks málum. Samanlagt gjørdist alt hetta avgerandi. Neistin fekk eina leiðslu, og tær í grønum fingu ikki av álvara svarað aftur.

[object Object]
Maria Nólsoy gjørdi veruliga vart við seg í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Stórur fagnaður á teimum í bláum eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið eru liðini, sum bæði fingu 29 stig í grundspælinum, nú liðug fyri í ár - fyriuttan ein dyst um bronsu, ið er á skránni leygarkvøldið. Neistin endaði á 3. plássi í grunspælinum, StÍF á fjórða, og hesi skulu hittast í FM-finalunum. Talan verður um í minsta lagi um tríggjar finalur og í mesta lagi fimm - tað er liðið, ið fyrst vinnur tríggjar finalur, ið fær steyp og gull. Tann fyrsta finalan verður leikt í Høllini á Hálsi sunnudagin klokkan 17. 

Triðja FM-hálvfinalan 
08.04
Neistin - Kyndil 23-21 (10-9)
Toppskjútti: Maria Pálsdóttir Nólsoy og Stina Madsen 6 mál

Fyrsta FM-finalan
Sunnudagin 11.04

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder