Hondbóltur

Neistin og H71 bresta saman í kvøld

Spennandi dystur í Okkara-deildini verður í Høllini á Hálsi í kvøld.

Í fjør var H71 omaná í tøttu FM-finalunum
(Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør var H71 omaná í tøttu FM-finalunum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-28 16:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Okkara-deildini verður leiktur í kvøld. Tað eru hoyvíkingar, ið taka stuttu leiðina oman í stórhøllina at spæla ímóti Neistanum. 

Liðini, ið hittust í FM-finalunum í fjør, eru bæði við í tætta oddinum. Neistin og H71 hava spælt ein dyst færri enn Kyndil og VÍF, ið eisini stríðast har.

Tá H71 tók ímóti Neistanum fyri tveimum mánaðum síðani, vunnu teir bláu úr Havn við 6 málum. Sunnudagin vunnu føroyameistarnir trygt á oddaliðnum í Vestmanna, meðan Neistin vann stórsigur á StÍF.

Les eisini: Greiðir útisigrar til H71 og VÍF

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20.00. 

Støðan í Okkara-deildini: 
VÍF 13 (9 dystir)
Neistin 12 (8 dystir)
Kyndil 10 (9 dystir) 
H71 10 (8 dystir)
StÍF 6 (8 dystir)
KÍF 5 (8 dystir)
Team Klaksvík 2 (8 dystir)

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder