H71 vísti styrki við at vinna níggju-máls sigur á oddaliðnum og finalistunum í gjár. VÍF hevði trupulleikar við at steðga hoyvíkskvinnum, ið hildu nakað av lív í vónini um at spæla seg í finaluni.
H71 royndi at fáa fatur á Neistanum og Kyndli, men havnarfeløgini vunnu sum væntað á dag. Bæði spældu í Høllini á Hálsi, og hvørgan hevði veruligar trupulleikar, hóast Stjørnan helt fínt samband við Kyndil fyri steðgin.
Neistin og Kyndil hava 24 stig, og tey bresta saman um eina viku í sera týdningarmiklum dysti. Vinnur Kyndil eru tær grønu í finaluni, meðan tær bláu hava trýstið á sær. Tað er nemliga so, at Kyndil er betri innanhýsis - liðið hevur vunnið allar dystirnar móti Neistanum tepurt, og Neistin hevur útidyst móti VÍF í seinasta umfari 20. apríl. H71 megnar ikk iat fáa bæði liðini aftur.
18. umfar:
Neistin - StÍF 36-18 (15-8)
Toppskjúttar: Ingunn K. Persson (Neistin) og Karina Berg Høgnesen (StÍF) 10 mál
Kyndil - Stjørnan 30-21 (15-10)
Toppskjútti: Turið Arge 10 mál
Í gjár:
H71 - VÍF 36-27 (22-12)
Toppskjútti: Maria H. Weyhe 10 mál
Støðan í SMS-deildini:
VÍF 28
Kyndil 24
Neistin 24
H71 20
Stjørnan 11
StÍF 1
Hondbóltur
Neistin og Kyndil vunnu greiðar sigrar
Havnarfeløgini eru framvegis lið um lið í stríðnum um finalupláss.
Kyndil var omaná móti Stjørnuni í dag (Mynd: Sverri Egholm)
2019-04-07 20:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald