
Lutakastið til 1. umfar í EHF European Cup hjá kvinnum hevur júst verið í Wien. Har gjørdist greitt, hvørjum Neistin og H71 skulu spæla ímóti, tá føroyska luttøkan í kappingini fer í gongd síðst í september.
EHF European Cup, 1. umfar (2. umfar)
23/24. september og 30./31. september
Cascada HC Garliava (LIT) - Neistin
HSSD Handball Erice (ITA) - H71
Hoyvíkskvinnur, ið seinastu árini hava fingið góð úrlit í kappingini, vóru styrkismettar. Tær skulu í ár spæla móti liðið úr Italia. Stjørnan hevur í summar skaffað sær tveir spælarar frá júst Erice.
Neistin var ikki styrkismett, og skal sambært lutakastinum ein túr til Litava at spæla móti Garliava. Ilt er at siga, hvør styrkin á hesum liðnum er. Fleiri á Neistaliðnum hava júst verið til U19 EHF Champiinship í Litava.
Bæði føroysku liðini standa at spæla á útivølli fyrst. Í fyrstu umførunum í kappingini er tað tó vanligt, at liðini gera av at spæla báðar dystirnar í einum landi uppá tveir ella tríggjar dagar. Hetta av fíggjarligum og praktiskum orsøkum. Harvið er tað ikki vist, at dagfestingarnar og leikstøðini halda.
Hóast hetta er fyrsta umfarið, eitur umfarið 2. umfar. 64 lið eru samanlagt við - ÍBV og Ingibjørg Olsen skulu spæla móti liðið úr Portugal. Tað er ikki greitt enn, hvørjum H71, Neistin og hini møta, um tað eydnast at spæla seg víðari til 1/16-finalurnar, sum eru á skránni í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald