Stjørnan endaði við bronsuheiðursmerkjum í SMS-deildini í fjør og tapið í steypahálvfinalunum, men felagið í Klaksvík vil meira til næsta kappingarár.
Í hesum sambandi hevur Stjørnan styrkt seg við trimum royndum útlendskum spælarum: Einari úr Montenenegro, einari úr Norðurmakedónia og einari úr Italia. Allar eru 31-ára gamlar og hava spælt yrkishondbólt í nógv ár.
Tann fyrsta undirskriftin, ið kom uppá pláss, var við Ninu Abromovic. Hon er úr Montenegro og skal verja málið hjá Stjørnuni. Harvið avloysir Nina donsku Ditte Sørensen. Stjørnan skrivar, at nýggi málverjin millum annað hevur royndir úr bestu deildini í Grikkalandi.
Ninu Abromovic skrivar undir (Mynd: Hondbóltsfelagið Stjørnan)
- Valentina hevur spælt á sera høgum stigi í fleiri ár, har hon millum annað hevur verið við til at vunnið gull fleiri ferðir í bestu deildini í Italia. Valentina er eisini kosin sum ársins verjuleikari fyri kvinnudeildina í Italia. Eisini hevur Valentina umboða Italia við U18 og U20 landsliðnum, skrivar Stjørnan á síðu sínari.
Landri hevur sereginleikar í verjupartinum men er eisini spælskipari og sterk í gjøgnumbrotsspælinum. Hon hevur spælt A-landsdystir fyri sítt land - Savica Mrkikj hevur spælt sjey slíkar. Tær koma báðar úr italska felagnum Erice, har tær hava spælt seinastu árini.
- Tann 184 cm høgi vinstri bakkurin, hevur drúgvar royndir innan hondbólt á høgum stigi. Millum annað hevur Savica spælt super-liga í Makedonien og seinastu tvey árini í Erice, har hon hevur staðið seg væl.
Savica Mrkikj er høgur bakspælari
Annika Karlsdóttir Ljósstein og Svein Rógvi Ljósstein Nielsen halda fram sum venjarar hjá Stjørnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald