Í gjárkvøldið, mánakvøldið 3. februar, var árligi aðalfundurin hjá Víkingi á skránni. Felagið skrivar, at gleðiligt var at síggja, at uppmøtingin var góð, og at nevndin er óbroytt.
Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga. Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.
Tríggir nevndarlimur stóðu fyri valið. Hanna E. Olsen, Ólavur Thomsen og Jákup Poulsen, og øll stillaðu uppaftur og vóru afturvald.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Brandur Jacobsen, formaður
Ólavur Thomsen, næstformaður
Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
Hanna E. Olsen, nevndarlimur
Jeffri Olsen, nevndarlimur
Jákup Poulsen, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald