Hondbóltur

Neyðugt við einari finalu afturat í Íslandi

ÍBV tapti aðru finaluna á rað fyri Haukum, og harvið er nú 2-2 í røðini. Avgerandi finalan verður á Heimaey mikukvøldið, tá Dánjal, Janus og hinir taka ímóti.

Føroyingarnir hjá ÍBV, Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus, skoraðu eitt mál hvør í fjórðu finaluna um íslendska meistaraheiti (Mynd: ÍBV)

Føroyingarnir hjá ÍBV, Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus, skoraðu eitt mál hvør í fjórðu finaluna um íslendska meistaraheiti (Mynd: ÍBV)

2023-05-29 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri aðru ferð á rað hevði ÍBV møguleikan at avgera stríðið um íslendska meistaraheitið, men eins og fríggjakvøldið vísti Haukar, at har hevur man heilt aðrar ætlanir.

Haukar tók ímóti á Ásvellum og bygdi sær skjótt upp eina góða leiðslu. Ein løtu í 1. hálvleiki var munurin átta mál, og í steðginum var hann sjey mál. 

ÍBV kom eitt sindur nærri seinastu løtuna av dystinum, men tað var so gott sum avgjørt, og Haukar vann við trimum málum. 

Føroysku spælararnir hjá ÍBV skoraðu eitt mál hvør í kvøld. Hoyvíkingurin Janus Dam Djurhuus á vonginum og havnarmaðurin Dánjal Ragnarsson á bakkinum. 

Teir hava aftur møguleikan at tryggja sær íslendska meistaraheitið 2022/2023 mikukvøldið klokkan 20. Tá tekur ÍBV móti Haukum í fimtu og avgerandi finaluni, sum verður á Vestmannaoyggjunum.

Fjórða finalan um íslendska meistaraheitið hjá monnum
Ásvellir (Hafnarfjørðurin), 29.05
Haukar (2) - ÍBV (2) 27-24 (17-10)

[object Object]
Janus Dam Djurhuus (nr.26 - longst vekk) og Dánjal Ragnarsson (nr.17) undir triðju finaluni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder