Fimm mál komu í fyrra hálvleiki við Djúpumýru, har KÍ skoraði til 2-3 í yvirtíðini. og harvið fekk javnvág í samanlagt.
Les eisini: Stórt deyðbóltskriggj við Djúpumýru - púra javnt samanlagt
Eftir steðgin hevur heimaliðið verið nakað omaná, men tað hava verið spentar støður í báðum endum. Liðini hava ikki satsað heilt, og seinastu góðu løtuna luktaði tað av longdari leiktíð.
Harvið skulu tvær ferðir 15 minuttir leikast nú. Um eingin vinnari verður funnin har, skal tað avgerðast við brotssparkskapping.
KÍ hevur júst framt sína higartil einastu útskifting. Lars Daniel Bjørkman er komin inn á vinstra bakk fyri Jesper Brinck.
UEFA Europa Conference League
15.07, Við Djúpumýru
KÍ - RFS (2-3) - 5-5 samanlagt
10' Vitalijs Jagodinskis 0-1
16' Odmar Færø (Árni Frderiksberg) 1-1
24' Darko Lemajic 1-2
27' Emerson Santana 1-3
45 (+2) Deni Pavlovic 2-3
KÍ (4-4-2): Mattias Rosenørn - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Jesper Brinck (91' Lars Daniel Björkman) - Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Dani Pavlovic, Claes Phillip Kronberg - Páll Andrasson Klettskarð, Bob Sumareh
Bonkur: Kristian Joensen, Jonn Johannessen, Ivar Sollie Rønning, Jasper van der Heyden, Børge Petersen, Boris Dosljak, Óli Eyðsteinsson Poulsen
Fylg við á forsíðu okkara
Fótbóltur
Neyðugt við longdari leiktíð í Klaksvík
Einki mál kom í 2. hálvleiki, og harvið endaði tað 5-5 eftir tvær ferðir 90 minuttir.
RFS legði seg á odda tíðliga í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
2021-07-15 21:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald