2019-05-28 08:47
Brasilski Neymar, sum til dagliga spælir í Paris Saint-Germain, verðu ikki liðskipari hjá Brasilia í komandi Copa America-dystunum.
Orsøkin til at Neymar hevur mist liðskiparabandið, er at Neymar sló út eftir einum ágangandi viðhaldsfólki, tá hann var á veg upp eftir sínum silvurheiðursmerki, eftir at PSG tapti móti Rennes í fronsku steypafinaluni.
Ístaðin verður tað 36 ára gamli Dani Alves, sum verður liðskipari. Alves hevur spælt 107 dystir fyri brasilianska landsliðið.
Copa America verður spælt 14. juni til 7. juli. Brasilia er í bólki við Bolivia, Venesuela og Peru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald