Tað var helst mangur brasilianskur fótbóltsfjeppari, ið sá eina av sínum ringastu marrum gerast veruleiki í nátt, tá Neymar noyddist haltandi út tíðliga í venjingardystinum ímóti Katar. Bert átta dagar eru til fyrsta dystin hjá Brasil í Copa America, ið mæta fótbóltstjóðin er vertur fyri. Tað var so ringt ella verri, enn fleiri óttaðust fyri: Stutt eftir dystin varð váttað, at Neymar ikki fór at verða førur at spæla í kappingini.
Brasilianska fótbóltssambandið boðaði frá, at 27-ára gamli stjørnuleikarin keikti høgra øki orsakað av av einari takkling tíðliga í dystinum. Kanningar og myndir vístu síðani, at skaðin er meira álvarsligur: Tað er skrædnað í liðbondunum í øklinum. Neymar hevur eisini mist nógvar dystir fyri PSG í vár orsakað av skaða í rilstlegginum (metatarsus), ið eisini hevur darvað hann í fyrireikingunum til endaspælið. Hetta verður mett at vera ein fylgiskaði.
Neymar fór grátandi av leikvøllinum, og tað er nú greitt, at hann als ikki fær spælt í endaspælinum. Neymar hevur verið fyri nógvum kritikki í Evropa fyri sínar gerðir og atburð á og uttanfyri vøllin, men í Brasil er hann framvegis hámettur, og talan er um ein veruligan miss fyri heimtjóðina, ið hevur eitt ófrávíkiligt krav um at vinna meistaraheiti á heimavølli.
Neymar gjørdist skaddur í fjórðingsfinaluni í 2014, tá Braslia var vertur fyri HM-endaspælinum. Brasil vann dystin í gjárkvøldið 2-0 við málum frá Richarlison og Gabriel Jesus.
Fótbóltur
Neymar úti av Copa America
Brasilianska superstjørnan fekk staðfest álvarsaman skaða í øklinum eftir venjingardyst í nátt.
Venjarin Tite tykist stúrin, og tað hevði hann alla orsøk til at vera: Økilin hjá Neymar er í ringum standi (Mynd: EPA)
2019-06-06 11:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald