Hondbóltur

Nicholas Satchwell settur sum samskipari hjá HSF

Hondbóltssambandið hevur tikið avgerð um at seta ein samskipara hálva tíð í eitt tíðaravmarkað starv orsakað av vaksandi uppgávunum.

2024-09-30 15:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vísandi til vaksandi uppgávurnar hjá Hondbóltssambandinum er avgerð tikin um at seta ein samskipara hálva tíð í eitt tíðaravmarkað starv í seks mánaðir. Avgjørt er at seta Nicholas Satchwell í hetta starvið.

Nicholas Satchwell er kendur í hondbóltsumhvørvinum í Føroyum, har hann seinastu árini hevur verið málverji hjá A-landsliðnum við monnum. Hann hevur frammanundan bachelor útbúgving innan ítróttarleiðslu.

Nicholas kemur m.a. at taka sær av at samskipa landsliðs- og skeiðsvirksemi hjá HSF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder