Fótbóltur

Niðurflytingarstríð og oddastríð á breddanum í kvøld

Grannauppgerðin í Gundadali er fyribils ein dystur um 2. plássið og um at vera “fyrsti avbjóðari” hjá KÍ, sum tekur móti TB. EB/Streymur og B68 bresta saman.

B36 og HB bresta saman klokkan 18. Hetta verður triði dysturin millum liðini í ár - HB hevur higartil vunnið báðar 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og HB bresta saman klokkan 18. Hetta verður triði dysturin millum liðini í ár - HB hevur higartil vunnið báðar 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-10 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 13. umfari í Betrideildini byrjar longu klokkan 13. Heldur óvanliga tíðarásetingin hongur millum annað saman við Country Festivalin, sum í løtuni er á skránni í Sørvági. Víkingur skal tíðliga seinnapartin royna at leggja sjógv millum seg og 07 Vestur. Vinnur heimaliðið hinvegin á Country Festivalinum, so er stutt upp til júst Víking og 4. plássið. Til ber at lesa upptakt til hendan dystin á leinkjuni niðanfyri:

Les eisini: Tað snýr seg um fjórða plássið í Sørvági

Tríggir dystir eru á skránni í kvøld. Tveir teirra byrja klokkan 17, og klokkan 18 verður grannaupgerðin í Gundadali bríkslað í gongd.

HB hevur takið á B36. Hetta kann staðfestast, um hugt verður eftir úrslitunum seinastu fýra árini. Í hesum tíðarskeiðnum hava liðini spælt 13 ferðir, uttan at B36 hevur vunnið. Tvær ferðir í ár hevur árstalsfelagið í sunnara enda av Gundadali havt møguleikan móti grannunum, tvær ferðir hevur B36 í løtum víst seg væl fram, men tvær ferðir hava teir reyð-svørtu úr norðara enda verið kaldari og vunnið 2-0. Fyrru ferð var í Betrideildini 3. apríl, og seinnu ferð var í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, tá HB skoraði tvær perlur.

Nú skal tað vera, hugsa tey helst í B36-leguni. Síðsta vikuskifti varð Víkingur koppað í Gundadali, og liðið hjá Dan Brimsvík hevur vunnið allar dystirnar í Betrideildini higartil – fyriuttan teir móti HB og KÍ. Júst KÍ er liðið, sum havnarfeløgini royna at jagstra. Til tess er neyðugt við sigri í kvøld. Liðið hjá Jákup Martini Joensen hevur vunnið fýra sigrar á rað og hevur týðiligar dygdir.
Tapið fyri KÍ 14. mai var tó ein smeitur og vísti ymisk lýti. Sum altíð er lagt upp til eitt brak, tá stóru høvuðsstaðarfeløgini hittast.

[object Object]
HB er sjey stig aftanfyri KÍ, sum hevur fult stigatal. B36 hevur tvey stig upp til grannarnar og níggju til oddaliðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ kann økja um munin til minst eitt av havnarfeløgunum og fer helst at gera tað. Uppflytararnir TB vitja við Djúpumýru. Tá TB gjørdi tað í fyrsta umfari endaði tað 7-1. Nógv er broytt síðani. Eitt er, at nú fer eingin kavi at koma niður undir dystinum, men so er tað eisini standurin á TB-liðnum. Gilli Rólantsson hevur millum annað verið við at gjørt mun, og í síðstu viku vann aldursforsetin seg upp á 9 stig við sínum fyrsta útisigri - í lykladysti á Eiði.

Heilt nógv skal tó til fyri at koppa KÍ, ið hevur fult stigatal og sum ikki hevur tapt í Betrideildini í 42 dystum. Tepru heimasigrarnir hjá FM-favorittunum móti hinum lægru liðunum í ár, skaði hjá m.a. Páll Klettskarð, umframt egin gongd kunnu geva TB'arunum vón, um at teir í minsta lagi kunnu arga, nú teir fara norðeftir.

Hjá liðunum, sum hittast á Eiði, snýr tað seg um at renna undan millum annað TB. Hjá EB/Streymi glapp ein gyltur møguleiki fyri hesum sunnudagin, tá tvøramenn vitjaðu í Hólmanum, og tað ikki eydnaðist at skora móti Arthuri Poulsen. Nú vitjar B68, og bæði liðini hava sett nøsina upp ímóti at leggja nakað av sjógvi millum seg og niðurflytingarstrikuna.

Liðið hjá Jákupi á Borg er í løtuni eitt stig frammanfyri EB/Streym, men spælir í kvøld – og næstu seks dystirnar – uttan álopskenda leikbannaða profilin úr Senegal, Boubacar Dabo. B68 og EB/Streymur spældu málleysan javnleik á Svangaskarði fyrr í ár.

Les eisini: Dabo skal sita uttanfyri í seks dystir

AB og ÍF spæla týðandi botndyst á Argjum klokkan 15 í morgin, sunnudagin 11. juni.

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara, í samstarvi við dystir.fo. Allir dystirnir kunnu eisini síggjast fyri eitt gjald hjá Televarpinum.

Betrideildin hjá monnum, 13. umfar
Í dag, leygardagin 10. juni

13.00:
07 Vestur - Víkingur

Les eisini: 
Tað snýr seg um fjórða plássið í Sørvagi

17.00: 
EB/Streymur - B68
KÍ - TB

18.00: HB - B36

Í morgin, sunnudagin 11. juni
15.00: AB - ÍF

Stigatalvan

1. KÍ 39 stig (13 dystir)
2. HB 32 stig (13 dystir)
3. B36 30 stig (13 dystir)
4. Víkingur 21 stig (13 dystir)
5. 07 Vestur 16 stig (12 dystir)
6. B68 11 stig (12 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (12 dystir)
8. ÍF 9 stig (12 dystir)
9. TB 9 stig (12 dystir)
10. AB 1 stig (12 dystir)

Topp-fýra feløgini hava spælt sínar dystir í 16. umfar vegna Evropa-luttøku í juli, og hava harvið spælt ein dyst fleiri enn hini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder