Fótbóltur

Tað snýr seg um fjórða plássið í Sørvági

Víkingur skal tíðliga seinnapartin royna at leggja sjógv millum seg og 07 Vestur. Vinnur heimaliðið hinvegin á Country Festivalinum, so er stutt upp til Víking og 4. plássið.

Janus Svabo Samuelsen og hinir hjá 07 Vestur hava ein ógvuliga týdningarmiklan dyst fyri framman á festivalinum (Mynd: Sverri Egholm)

Janus Svabo Samuelsen og hinir hjá 07 Vestur hava ein ógvuliga týdningarmiklan dyst fyri framman á festivalinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-10 08:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 13. umfari byrjar longu klokkan 13 í dag. Heldur óvanliga byrjanarásetingin hongur millum annað saman við Country Festivalin, sum í løtuni er á skránni í Sørvági.

Tað er ikki langt frá høvuðspallinum, at 07 Vestur og Víkingur bresta saman. Tíðliga seinnapartin eru tað liðini, sum eru á ávíkavist 4. og 5. plássinum í Betrideildini, ið eiga pallin á graslíkinum á Dungasandi.

Gongdin hjá heimaliðnum hevur verið góð seinastu umfarinum, og nú tevjar liðið hjá Micheal Schjønberg tað, ið er beint omanfyri seg: 07 Vestur, við fleiri eyðsýndum profilum, umframt spennandi ungum spælarum, hevur sjey stig niður til strikuna og fimm stig upp til fjórða plássið. Vágamenn hava eisini spælt ein dyst færri, enn liðið ið er nummar 4.

Tað er Víkingur, ið situr á 4. plássinum. Eftir tapini fyri B36 og HB í innanhýsis dystunum í seinastuni er liðið úr Eysturkommunu nakað frá heiðursmerkjastríðnum. Um HB ikki vinnur steypakappingina, er tað neyðugt at enda í topp-trý fyri at røkka evropeiskum plássi, men tað verður í øllum førum umráðandi at tryggja sær 4. plássið. Víkingarnir hava, hóast góð avrik, bert eitt stig fyri tríggjar teir seinastu dystirnar. Um teir vinna í dag, verður munurin niður til nummar fimm, 07 Vestur, átta stig.

[object Object]
Geza Turi og hinir víkingarnir stríðast væl, men stigini hava ikki samsvarað við millum annað tal av stórum málmøguleikum og eisini spæl annars seinastu dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Liðini hittust eisini á Dungasandi tíðliga í seinasta mánaða. Tá darvaði nógvi vindurin spælinum. Víkingur vann 2-1, eftir at hava verið aftanfyri 0-1 í steðginum – liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen vendi tí í viðvindinum. Seinastu árini eru fleiri dømi um, at Víkingur hevur havt tað trupult í júst Sørvági. Sum ofast endar tað allíkavæl við “2-talið” - í september í fjør spældu liðini tó javnleik har.

Fyri 07 Vestur er tað ein smeitur, at Uros Stojanov ikki er tøkur í dag. Serbiski áleyparin, ið hevur skorað nógv í seinastuni, hevur vøddaskaða. Tað hevur tí serliga stóran týdning, at Jasper van der Heyden skínir í álopskenda spælinum í dag. Hann kann geva øllum verjum høvuðbrýggj. So snýr tað seg eisini um, at Magnus Holm Jacobsen og hinir gera seg galdandi á miðvøllinum, at Daniel Obbekjær stýrir verjuni væl, og at ungi sørvingurin Ari í Haraldstovu Petersen er tryggur aftasti skansi. Heimavøllurin og góði stuðulin kann eisini spæla sín leiklut í Sørvági.

Víkingur hevur í fleiri løtum í seinastu dystunum veruliga fingið spælið at glíða væl, men neyvleikin í brotsteigunum – serliga frammanfyri mótstøðumálinum – hevur til tíðir manglað. Menn sum Sølvi Vatnhamar og Olaf Bárðarson skulu spæla stóran leiklut í at betra um her, og so er spurningurin hvør verður fremsti maður. Eftir 13 dystir hevur Víkingur skorað 26 mál (tvey í miðal) - í fjør hevði liðið 41 mál fyri 13 dystir í Betrideildini (yvir trý í miðal). Sum altíð er stórur partur av spælinum hjá Víkingi tengdur at Geza David Turi á sentrala miðvøllinum: Við bóltinum og í trýstspælinum.

Les eisini: Geza fær helst føroyska passið í ár

Lagt er upp til tættan og spennandi dyst í Sørvági. Hann byrjar klokkan 13, og kann á ymsan hátt fáa stóran týdning fyri kappingarárinum hjá liðunum. Vit hava beinleiðis dagføringar frá honum á forsíðu okkara, í samstarvi við dystir.fo. FM1 sigur frá, og sum altíð kann man hyggja fyri eitt gjald hjá Televarpinum.

Betrideildin hjá monnum, 13. umfar
Leygardagin 9. juni
13.00: 07 Vestur - Víkingur

Stigatalvan

1. KÍ 39 stig (13 dystir)
2. HB 32 stig (13 dystir)
3. B36 30 stig (13 dystir)
4. Víkingur 21 stig (13 dystir)
5. 07 Vestur 16 stig (12 dystir)
6. B68 11 stig (12 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (12 dystir)
8. ÍF 9 stig (12 dystir)
9. TB 9 stig (12 dystir)
10. AB 1 stig (12 dystir)

Topp-fýra feløgini hava spælt sínar dystir í 16. umfar vegna Evropa-luttøku í juli, og hava harvið spælt ein dyst fleiri enn hini.


Tríggir dystir eru á skránni í kvøld - ein seinnapartin í morgin, sunnudagin. Sí alla skránna niðanfyri: 


[object Object]
Talva: FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder