Teir vunnu allar dystirnar í bólkaspælinum - allir tríggir vórðu leiktir í Amsterdam. Í áttandapartsfinaluni gekk tó ikki meira. Kekkar vóru stinnari í Budapest, har Niðurlond vóru ein leikara í undirtali størsta partin av 2. hálvleiki.
Les eisini: Kekkia varpaði Niðurlond úr EM
Fjórðingsfinala var minsta krav hjá Oranje, og um tað var eydnast, so hevði sáttmálin hjá Frank De Boer verið longdur. Ístaðin regnaðu atfinningar niður yvir hann og liðið eftir óvæntaða tapið í Ungarn sunnudagin, og týsdagin tók 51-ára gamli venjarin, ið longu var kroystur áðrenn endaspælið, avleiðingarnar:
- Har verður ein eftirmeting, men eg havi gjørt av ikki at halda áfram. Málið er ikki upnátt - tað er greitt. Trýstið er bara vaksandi nú, og tað er ikki ein sunn støða fyri meg og hópin, nú so týðandi dystir fyri niðurlendskan fótbólt eru fyri framman í HM-undankappingini.
Mynd: EPA
Soleiðis sigur fyrrverandi landsliðsmiðverjin í útmelding til fótbóltssambandið - KNVB. De Boer segði seg vera greiðan yvir, at trýst fór at verða lagt á hann, frá tí at hann varð settur. Soleiðis varð eisini. Í upptaktini til EM var serliga stór ónøgd um, at De Boer nýtti 3-5-2 leikskipanina ístaðin fyri klassisku niðurlendsku 4-3-3 skipanina.
Frank De Boer, ið stóð seg væl tíðliga á venjaraleiðini í Ajax, tók við starivinum eftir Ronald Koeman seinasta summmar. Hann kom illa frá uppgávuni sum høvuðsvenjari í Inter Milan og Crystal Palace og endaði ikki væl í sessinum sum landsliðsvenjari. Nú er KNVB í gongd við at finna hansara avloysara, ið skal royna at leiða Niðurlond til HM-endaspælið næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald