
Um 13 dagar fer Premier League aftur í gongd. Tað verður uttan áskoðarar og tað verður við nøkrum broytingum.
Vanligt er at 18 leikarar kunnu vera í dystarhópinum og at tríggir kunnu koma inn hvønn dyst. Nú leikararnir ikki eru í dystarvenjing verða fleiri útskiftingar loyvdar. Hetta gav FIFA grønt ljós til í farna mánaði, og tað verður nýtt í Bundesligaini og Superligaini - tó ikki í Betrideildini.
Tá Premuer League byrjar aftur fara venjararnir at hava møguleikan at skifta fimm leikarar inn. Liðini skulu tó ikki gera meira enn tríggjar leiksteðgðir fyri at skifta út. Støddin á dystarhópinum verður nú 20 ístaðin 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald