Fótbóltur

Níggju mál uppá 52 leikminuttir: Ørt Champions League-kvøld í París

PSG og álopsfótbólturin sigraðu í fyrru hálvfinaluni millum verandi Champions League-meistarar og Bayern München. Tað endaði 5-4, og hetta er hálvfinalumet. Í kvøld spæla Arsenal og Atletico Madrid.

Khvicha Kvaratskhelia skoraði tvey av teimum níggju málunum á Parc Des Princes. PSG í løtuni á veg í finaluna aftur, men Bayern stríddi seg inn í uppgerðina aftur eftir 5-2 málið (Mynd: EPA)

Khvicha Kvaratskhelia skoraði tvey av teimum níggju málunum á Parc Des Princes. PSG í løtuni á veg í finaluna aftur, men Bayern stríddi seg inn í uppgerðina aftur eftir 5-2 málið (Mynd: EPA)

2026-04-29 06:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein elskar fótbólt, og serliga álopsfótbólt, so er bara at telja niður til næsta mikudag (6. mai) klokkan 20.

Tá vitjar PSG í München. Í gjárkvøldið vitjaði Bayern í París, og úrslitið var 5-4. Níggju mál og ein rúgva av undirhaldi í fyrru Champions League hálvfinaluni millum liðini:

PSG - Bayern München 5-4 (3-2)
17' Harry Kanei, br. 0-1
24' Khvicha Kvaratskhelia 1-1
33' Joao Neves 2-1
41' Micheal Olise 2-2
45 (+5)' Ousmane Dembelé, br. 3-2
56'  Khvicha Kvaratskhelia 4-2
58' Ousmane Dembelé 5-2
65' Dayot Upakecano 5-3
68' Luis Diaz 5-4

Bayern legði út sum eitt óløgi, og ógvuliga vælupplagdi Harry Kane, kundi leggja útiliðið á odda við brotssparki. PSG svaraði aftur, áðrenn Olise var uppá spæl. 

Eitt ógvuliga tunt VAR-brotsspark í yvirtíðini gav PSG hálvleiksleiðsluna, og undirhaldið helt fram: Kvaratskhelia og Dembelé slógu til aftur við flottum málum innanfyri tríggjar minuttir, har Bayern gav alt ov nógv pláss, og so vóru trý mál á muni.

Útiliðið fall tó ikki fátt, og tíggju minuttir seinni var 5-4. Málið hjá Diaz setti eitt flott og virðiligt málpunktum - men har kundu komið nógv fleiri mál. Verju- og málverjuspælið var ikki altíð so pent, men tvey lið við klassa bóltspælarum, nógvari ferð, stórum álopsdygdum og ikki minst: Einum vilja at leypa á.

- Eg havi verið venjari í eini 15 ár nú, og hetta man vera tann besti og mest undirhaldandi dysturin, sum eg havi verið partur av. Tað var fantastiskt frá báðum liðum, staðfesti Luis Enrique, PSG-venjari, í viðtalu við skandinaviskar miðlar.

Fyrsti hálvfinaludystur higartil í Champions League við so mikið nógvum málum, og stórur spenningur undan seinna dystinum.

Í kvøld klokkan 20 spæla Arsenal og Atletico og Madrid, har nakað øðrvísi fótbóltur kann væntast. Liðini úr høvuðsstaðunum í Onglandi og Spania stríðast eisini um finalupláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder