Hondbóltur

Níggju og níggju hjá Óla Mittún - verjuparturin var ótrúligur seinastu løtuna

HM-toppskjúttin tók veruliga ábyrgd, tá hann skuldi í kvøld. Óli gjørdist toppskjútti, dagsins spælari og hevði samanlagt 18 mál og upplegg í lykladystinum. Verjuparturin, við Sasha sum aftasta skansa, gjørdist eisini avgerandi.

Óli Mittún hevur skorað ellivu mál í miðal í kappingini. Umframt at vera toppskjútti, hevur nummar 78 eisini flest upplegg (Mynd: IHF/Kollektiff)

Óli Mittún hevur skorað ellivu mál í miðal í kappingini. Umframt at vera toppskjútti, hevur nummar 78 eisini flest upplegg (Mynd: IHF/Kollektiff)

2025-06-23 23:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Tað var eitt framúr føroyskt liðavrik, sum tryggjaði tvey avgerandi og flott stig í kvøld.

Tá beint undir tíggju minuttir vóru eftir, vóru fraklendingar á odda 26-23. Men harfrá var tað sum at møta einum múri hjá Fraklandi tá roynt varð at leypa á føroysku verjuna.

Aleksandar "Sasha" Lacok hevði síðani mitt í 1. hálvleiki javnt og samt staðið fyri stjórbjargingum, sum vóru við at halda Føroyum rímiliga tætt at Fraklandi. Hetta var besti dystur hjá komandi St. Gallen-spælaranum higartil í endaspælinum.

[object Object]

[object Object]
"Sasha hevur...." Málverjin stóð ógvuliga væl í kvøld (Myndir: IHF/Kolektiff)

Verjan gjørdist betri og betri, sum 2. hálvleikur leið. Ísak Vedelsbøl og Tóki Friðriksson vóru sum klettar í miðverjuni, og undir hvør sínari lið høvdu teir Høgna Højsted og Rókur Ziskason sum so at siga ikki taptu ein nærdyst seinastu 15-20 minuttirnar.

[object Object]
Tóki Fridriksson, sum aftur spældi ein frálíkan dysti í serliga verjuni, skorar her eitt flott mál

[object Object]Føroyska verjan fekk veruliga tamarhald á fraklendingum (Myndir: IHF/Kolektiff)

Verjan fangaði eisini fleiri bóltar, og fraklendingar leitaðu meira og meira eftir loysnum. Teir endaðu við at missa pippið.

Seinastu ellivu minuttirnar lótu Føroyar einki mál inn í "opnum spæli": Tað einasta málið, sum Frakland skoraði seinastu løtuna, var í tómt mál tá Føroyar mistu bóltin í 7 móti 6.

Heilt ómetaliga flott.

Ótrúligi Óli

Í álopspartinum hildu føroyingar sum heild høvdið kalt seinastu løtuna.

Tað var, enn sum áður, Óli Mittún, ið hevði flest atgerðir. Høgni Heinason tók eisini eina rúgvu av nærdystum, og fekk týðandi mál og upplegg eisini. 

Ísak Vedelsbøl skoraði avgerandi málið til 27-26. Hetta var ógvuliga tepurt, men flott, og eftir gott upplegg hjá Óla.

Talan var um níggjunda uppleggið hjá Óla, sum eisini skoraði níggu mál. 9 og 9 - næstan "double, double". Komandi GOG-spælarin skoraði eisini mál, tá mest stóð á: Millum annað brotskøst og eisini eitt framúr hoppiskot uppum høgu fraklendingarnar tá armurin var uppi.

Nummar 78 er HM-toppskjútti 44 málum fyri fýra dystum. Talan er um ellivu í miðal.

Í kvøld gjørdist A-landsliðsprofilurin, tá føroyska U21-mandslandsliðið spældi seg í HM-fjórðingsfinaluna.

Hoyr samrøðu við Óla her:- Skilji næstan ikki hvussu vit vunnu hetta - men vit standa saman

--------------------------------------------------------

Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Føroyar 4 stig *
2. Danmark 4 stig *
3. Frakland 0 stig 
4. Rumenia 0 stig 

*Víðari

Skráin í bólki III
Í dag, mánadagin 23. juni, Arena Katowice
Føroyar - Frakland 28-27 (16-17)

Týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia

_________________________________


Dystargongdin (Føroyar - Frakland):
5 min: 4-2
10 min: 5-7
15 min: 8-11
20 min: 11-12
25 min: 14-13
30 min: 16-17
35 min: 16-20
40 min: 19-21
45 min: 21-24
50 min: 24-26
55 min: 26-26
60 min: 28-27

Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 9 (4)
Ísak Vedelsbøl: 4 (1)
Niklas Gaard: 4
Rókur Ziskason: 3
Høgni Heinason: 3
Trúgvi Hávardsson: 1
Høgni Højsted: 1
Tóki Friðriksson: 1
Búi Poulsen: 1
Sofus í Selvindi Nattestad: 1

Bjargingar: 
Aleksandar "Sasha" Lacok: 12 - av 38 - 31 prosent

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder