Í gjárkvøldið spældi hann sín fyrsta dyst við A-landsliðnum - í dag fer hann til Danmarkar, har hann byrjar eitt nýtt kapittul. Niklas Højgaard Hanusarson váttaði fyri portal.fo í gjár, at hann skal spæla fyri FIF í næstbestu deildini komandi kappingarárið
Sí samrøðuna við Niklas her
Strikuleikarin hevði eitt gott kappingarár fyri H71, og gerst nú liðfelagið við Tórald Kollsker, Róa Berg Hansen og Jónas G. Djurhuus á Frederiksberg.
- FIF kontaktaði meg, tí teir høvdu tørv á einum strikuleikara. Eg valdi at taka av møguleikanum, tí eg hugsi, at eg havi sum so einki at missa, um eg fari niður. Eg eri rættliga spentir uppá hesa avbjóðingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald