2019-08-07 23:30
Hann spældi í dag sín fyrsta dyst á A-landsliðnum, og hetta gevur 20-ára gamla strikuleikaranum blóð uppá tonnina til meira.
Hoyvíkingurin Niklas Højgaard Hanusarson fer í morgin niður til Keypmannahavnar, har hann skal spæla við FIF í næstbestu deildini. Liðið hevur frammanundan føroysku leikararnar Tórald Kollsker, Róa Berg Hansen og Jónas G. Djurhuus í hópinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald