Bylgjan við Løkin í Runavík og Føroya Styrkisamband bjóða fríggja- og leygardagin til spennandi og forkunnuga kapping í olympiskari vektlyfting. Norðurlendska meistarastevnan verður tá fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum.
Føroyingarnir smæðast ikki burtur ímilum teir 75 úr øllum norðurlondum.
Jenny Persson, Maibrit Reynheim Petersen, Julia Tormansdóttir Jacobsen, Pól Hendrikur Andreasen, Niels Áki Mørk, Leif á Bøgarði og Sofus Bech fara øll at gera sítt ítarsta og vóna, at nógvir áskoðarar koma at stuðla. Ókeypis atgongd er til kappingina
Sí eisini: Krútsterkur luttakaralisti
Olympisk vektlyfting er spenningur í hásæti
Kappingar í vektlyfting eru altíð spennandi, har ið tann sera konsentreraði lyftararin gongur fram ímóti vektstongini og upp á eitt splittsekund miðsavnar allan sín smidleika, skjótleika, snildir, megi og royndir fyri at fáa stongini í strektar armar yvir høvd. Og halda javnvágina.
Høgt stig til kappingina
Fleiri av norðurlendsku luttakarunum hava longu gjørt um seg á altjóða pallinum og hava vunnið heiðursmerki við bæði EM og HM. Vit kunnu tí fríggja- og leygardagin vænta eina kapping á høgum støði.
Stuðlið føroysku lyftarunum
Føroyar luttóku fyri fyrstu ferð í NM í 2022. Nú verður tað á heimavølli, og stuðulin frá áskoðaraplássunum kann verða síðsta skumpið og eggjanin, ið skal til fyri at tryggja eitt føroyskt pláss á heiðursmerkjapallinum: Bronsu, silvur ella gull?
Hvat er olympisk vektlyfting?
Olympisk vektyfting er tvey ymisk lyft: Trekk (snatch) og Stoyt (clean and jerk). Lyftarin hevur tríggjar royndir í hvørjum lyfti: Seks lyft íalt. Tann, ið lyftir mest samanlagt (tveykampur), er vinnari. Lyftini krevja neyvleika og tamarhald, og ofta eru millimetrar avgerandi.
Nær og hvar?
Nær: Fríggjadagin 18/10 klokkan 15:00 og leygardagin 19/10 klokkan 10:30
Hvar: Ítróttarhøllin Bylgjan við Løkin í Runavík
Atgongd: Ókeypis atgongd
Fyriskiparar: Føroya Styrkisamband og Runavíkar Kommuna
Føroya Styrkisamband
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald