Eins og undanfarin ár luttekur U17 landsliðið hjá dreingjum tíðliga í august í NM-kapping. Kappingarnar skifta ímillum norðurlendsku londini - í fjør var kappingin í Føroyum - í ár er hon í Danmark.
Tað er á Fjóni, at kappingin fer fram. Føroyski hópurin býr og venur í Nyborg. Umframt tey seks norðurlensku londini, Føroyar, Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland, so eru Norðurírland og Meksiko við sum gestir.
(U17-hópurin ávegis til Danmarkar í gjáramorgunin - Mynd: FSF)
Føroyar spæla fyrsta dystin í dag klokkan 17.00 føroyska tíð. Norra er mótstøðuliðið, og talan verður um eina trupla uppgávu hjá okkara ungu monnum. Teir hava tó fyrireika seg væl, og millum annað spælt venjingardyst ímóti 1. deildar liðnum hjá B36 har U17-landsliðið vann 3-2.
Nú er tað kapping, og Føroyar og Noreg skulu dystast á Nørre Aaby leikvøllinum. Hetta er á sama staði, sum Føroyar og Noreg spældu í NM í 2001. Á føroyska liðnum tann dagin fyri beint yvir 18 árum síðani vóru millum annað Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs og Ingi Højsted. Tá endaði tað 3-0 til Noreg.
(Gunnar Nielsen hevur spælt NM-dyst á Nørre Aaby leikvøllinum ímóti Noreg - Mynd: Sverri Egholm)
Til ber at fylgja dystinum hjá U17-dreingjunum á dystir.fo
Hópurin:
Fayo Kruse, EB/Streymur
Olaf Bárðason, Víkingur
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Pætur Sørensen, Víkingur
Elias Rausborg, Hvidovre IF (DAN)
Dávid Matras, KÍ
Emil Weihe Joensen, B36
Mattias Weihe Joensen, B36
Martin Agnarsson, B36
Eyðbjørn Østergaard, B36
Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)
Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Brian Slyne, HB
Suni Hansen, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Poul Kallsberg, Skála
Jonathan Lassesen, HIK (DAN)
Áki Johansen er høvuðsvenjari - Jens Kristian Hansen er hjálparvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald