Fótbóltur

NM: Tað gjørdist tungt í Lappeenranta

Tað endaði við trimum tapum fyri føroyska U17-landsliðið við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í árligu NM kappingini, sum í ár var í Finnlandi.

(Mynd: Ingi Arge)

(Mynd: Ingi Arge)

2023-08-10 19:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Lat tað bara verða sagt beinanvegin, at hendan kappingin gjørdist ikki akkurát tað, sum vit høvdu væntað og vónað. Serliga mentalt er tað strævið at uppliva sovorðnar dystir og úrslit, men fyri spælararnar er tað eisini ein partur av menningini. Nú ræður um at hyggja fram eftir, og koma víðari sum skjótast.

Orðini eigur Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, ið síðstu dagarnar hevur tikið lut í árligu NM kappingini, sum í ár var í Lappeenranta í Finnlandi.

[object Object][object Object][object Object][object Object]

Føroyar spældu tríggjar dystir, sum allir endaðu við greiðum tapi. Tað byrjaði annars væl, og ta einu løtuna í fyrsta dystinum, sum var ímóti Danmark, stóð á jøvnum 1-1. Málskjútti var Aron Banjaminsen. Men tá avtornaði vunnu danir 6-1. Síðani blivu vit smurdir av 11-0 móti Noregi, og í plaseringsdystinum vann Ísrael 3-0 á Føroyum.

– Nú ræður um, at hetta ikki setir seg ov nógv mentalt í dreingirnar. Vit skulu reisa okkum beinanvegin, sigur Fróði Benjaminsen, sum í næstum fer undir fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia fyrst í november. Har vera mótstøðulondini Kroatia, England og Kosovo.

[object Object][object Object][object Object][object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder