2023-01-30 11:32
20 ára gamli Noah Mneney fer til norskan fótbólt.
Bryne FK, sum spælir í næstbestu norsku deildini kunngerð í dag ein trý ára langan sáttmála við fuglfirðingin, sum síðani 2019 hevur spælt á besta liðnum hjá Víkingi.
Noah Mneney hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum, og var í vetur úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni.
Noah Mneney í venjingardysti fyri A-landsliðið móti Kosovo í vetur (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald