Fótbóltur

Nógv uppá spæl hjá B36 og KÍ

Mótstøðuliðini hjá nummar tvey og trý í dag hava á pappírinum ikki so nógv at spæla fyri, men tey kunnu avgjørt órógvað í FM-stríðnum.

John Villi Wøldike Leo, ið skoraði og legði upp seinast TB var á útivølli og Árni Frederiksberg sum í gjár longdi sáttmálan við B36 
(Mynd: Ólavur Frederiksen)

John Villi Wøldike Leo, ið skoraði og legði upp seinast TB var á útivølli og Árni Frederiksberg sum í gjár longdi sáttmálan við B36 (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2019-08-17 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er leygardagsfótbóltur, og tað eru tveir av fremstu FM-biðlunum, ið skulu í eldin og royna at leggja trýst á NSÍ og hini bæði liðini í oddastríðnum. B36 og KÍ hava saman við NSÍ sett seg í eina nakað betri støðu enn Víkingur og HB. Víkingur hevur tapt ímóti hesum trimum liðunum seinastu vikurnar, og HB hevur spælt javnt ímóti fyrst B36 og síðani NSÍ og hevur harvið ikki megnað at hála inn.

[object Object]
(Jákup B. Andreasen skoraði í fyrra dystinum hjá KÍ á Skála í ár - hann og liðfelagirnir vóru omaná ímóti Víkingi fríggjavøldið á Summar Festivalinum) 

Í dag eru avbjóðingarnar hjá B36 og KÍ rímiliga líkar. Liðini sum eru í ongamannalandi vitja í ávíkavist Gundadali og við Djúpumýru, men Skála er á pappírnum sterkari á útivølli, og eftir uppgerðina í Trongisvági seinasta vikuskifti seks stig frammanfyri TB. KÍ og B36 eru komin væl frá byrjan eftir steðgin: Liðið hjá Jákup á Borg hevur vunnið á Víkingi og spælt javnt ímóti HB og hevur 7 stig fyri tríggjar dystir; KÍ hevur vunnið báðar sínar dystir - seinast á Víkingi á Summar Festivalinum. 

Betrideildin, 19. umfar
(15.00): B36 - TB 
(19.45): KÍ - Skála

Støðan: 
1. NSÍ (39 stig) 17 dystir
2. KÍ (38 stig) 16 dystir
3. B36 (38 stig) 17 dystir
4. HB (35 stig) 18 dystir
5. Víkingur (35 stig) 18 dystir
6. Skála (24 stig) 18 dystir
7. TB (18 stig) 18 dystir
8. AB (11 stig) 18 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 18 dystir
10. ÍF (5 stig) 18 dystir 

Skála fer norð á Sjómannadag og skal royna at órógvað KÍ, sum aftur kann leggja á odda í deildini. Liðið hjá Mikkjali Thomasen hevur vunnið tvær feðrir á Skála í ár - 1-0 og 2-0 - og teir appelsinlittu hava tað trupult í Klaksvík. Fleiri fyrrverandi KÍ-leikarar eru í hópinum hjá Skála, og eisini venjarin Eyðun Klakstein hevur eina drúgva fortíð í sínum barndómsfelagið.  

[object Object]
(Stefan Radosavljevic spælir seinnapartin ímóti sínum barndómsfelagið, ið hann skifti frá eftir steðgin - Mynd: Sverri Egholm)

B36 hevur vunnið tepurt í báðum dystunum ímóti TB í ár. Um tað verður 1-0 aftur hesaferð er óvist, men B36 hevur íhvussu er tørv á trimum stigum, og í teir í hvítum leggja helst líka í, hvussu tað kemur í hús í dag. Liðið hevur leikt ein dyst fleiri enn KÍ og NSÍ, og er tí nakað meira undir trýsti.

Til ber at fylgja gongdini í teimum báðum dystunum á forsíðu okkara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder