Fótbóltur

Nógv uppá spæl í oddinum

Uppgerðirnar í Eysturoynni í kvøld kunnu fáa stóran týdning, viðvíkjandi hvønn veg pílarnir hjá teimum fýra liðnum fara at peika.

Víkingur og Skála hava bæði týdningarmiklar dystir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur og Skála hava bæði týdningarmiklar dystir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-27 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár syrgdu KÍ og B36 fyri, at trýst er á liðunum, ið skulu í eldin í kvøld. Tey fýra liðini liggja á teimum fýra plássunum aftanfyri KÍ og B36, og nú tey hittast innanhýsis, hava liðini nógv at stríðast fyri.

11. umfar:
18.00: Víkingur - HB
19.00 NSÍ - Skála

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (26 stig)
2. B36 (24 stig) 
3. NSÍ (22 stig)  *
4. Víkingur (20 stig) *
5. HB (18 stig) *
6. Skála (15 stig) *
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. AB (4 stig) 
10. ÍF (4 stig) 

* Ein dyst færri


Víkingur og HB spældu seg í steypafinaluna í seinanstu viku eftir tættar uppgerðir móti ávíkavst Skála og KÍ. Nú hittast hesi liðini í Sarpugerði, og talan er um dyst, ið kann koma at geva greiðar ábendingar um liðini koma at bjóða av heilt frammi í oddinum. Ávíkavist seks og átta stig eru upp til oddaliðið KÍ, og hvørgan av liðunum hava ráð at tapa. Serliga er hetta galdandi fyri HB, um hugt verður eftir stigatalvuni. Hetta er tó ein torførur útidystur hjá HB; Víkingur hevur ikki tapt her í ár, og vil gera alt fyri at HB ikki yvirhálar á stigatalvuni.

Liðið hjá Heimiri Guðjónssyni hevur takið á teimum í ljósabláum. HB vann 2-1 í øllum trimum innanhýsis dystunum í fjør. Í 3. umfari í ár vann HB 3-1 í Gundadali, og talan var um ein av bestu dystunum í ár hjá føroyameistarunum. HB er av álvara komið í gongd og vann seinasta umfar 4-1 á KÍ. Víkingur hevur, fyriuttan javnleikin móti EB/Streymi, bert vunnið seinastu seks umførini. Hjá heimaliðnum er liðformaðurin Atli Gregersen tøkur aftur eftir leikbann, meðan Adeshina Lawal framvegis er skaddur. Tað er Brynjar Hlöðversson hjá HB eisini - Símun Samuelsen hevur leikbann. 

Við Løkin er uppgerð millum liðini í Eysturkommunu. Umframt at steyp er uppá spæl, so eru tað trý stig, ið liðini gjarna vilja hava fatur á. NSÍ skal royna at vinna sætta dystin á rað. Hetta vil hava við sær at liðið hjá Guðjón þórðarson yvirhálar B36 aftur og minkar um munin til KÍ aftur. Liðið hevur víst sera góð avrik seinastu vikurnar, har Klæmint Andrasson Olsen hevur verið í hopla. Nú er Petur Kundsen eisini við aftur, og hetta styrkir um liðið hjá NSÍ.

Hinmegin fjørðin er tað líka við og næstan fyri tíðina. Eftir eina góða byrjan og oddasess eftir fimm umfør, hevur Skála bert vunnið ein útav fimm dystum í Betrideildini, umframt at liðið er sligið út av steypakappingini. Einsamalla sigurin hetta tíðarskeiðið kom í Gundadali móti HB; annars hevur Skála tapt fýra ferðir við einum málið á heimavølli. Um teir appelsinlittu skulu vera við í stríðnum um evropeisku plássunum, hevur tað nógv at siga, at fáa stig ein slíkan dyst. Skála vann 2-0 á júst NSÍ í 3. umfari. Edvin Jacobsen og Søren B. Nielsen eru framvegis uttanfyri við skaðum, og tað er ein smeitur at Fróði Benjaminsen hevur leikbann. 

Til ber at fylgja við gongdini í dystinum á forsíðu okkara, har vit dagføra hvørjaferð mál kemur. Vit hava eisini myndir frá dystunum. Til ber at síggja dystirnar hjá Telvarpinum við Stórapakka + ella keypa sær atgongd á appini.  

Úrsltiini í gjár: 

B36 - AB 4-1 (2-0)
5' Árni Frederiksberg 1-0
16' Jónas Þór Næs 2-0
62' Ragnar Samuelsen 3-0
67' Bjarki Nielsen 3-1
85' Alex Mellemgaard 4-1

KÍ - EB/Streymur 4-0 (2-0)
41' Patrik Johannesen 1-0
44' Jonn Johannessen 2-0
62' Darius Lewis 3-0
75' Patrik Johannesen 4-0

TB - ÍF 1-0 (0-0)
80' Stefan Radosavljevic 1-0


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder