Fótbóltur

Nógva læring heim við

Tað gekk ikki eftir vild hjá U19-landsliðnum við gentum, ið herfyri vóru til EM-undankapping í Belgia, har tær taptu trýggjar dystir móti Hollandi, Belgia og Írlandi, men samanumtikið var talan um eina mennandi kapping, sigur Pætur Smith Clementsen, venjari.

(Mynd:Belgiska fótbóltssambandið)

(Mynd:Belgiska fótbóltssambandið)

2023-11-06 12:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Sum vit vistu frammanundan, so fór talan at vera um nakrar truplar dystir, og soleiðis bleiv eisini. Men hetta var eisini ein spennandi møguleiki at sleppa at royna seg ímóti sterkari mótstøðu, og vita, hvat man megnar í tílíkum dystum.

Tað sigur Pætur Smith Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum millum annað, tá hann skal seta orð á EM-undankappingina, sum í døgunum 25. til 31. oktober var á skránni í Belgia.

Umframt Føroyar og Belgia, vóru Holland og Írland eisini í bólkinum, og talan gjørdist um trý greið tap: 8-0 fyri Hollandi, 6-0 fyri Belgia og 4-0 móti Írlandi. Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at hesaferð vóru Føroyar í deild A, eftir at føroysku U19-genturnar fyrr í ár vunnu sín bólk í deild B.

– Fyrsti dysturin í kappingini var heilt greitt tann truplasti, helst bæði tí at tað var fyrsti dystur, har spælararnir líka skuldi venja seg við leikferðina, men eisini tí at mótstøðuliðið var óvanliga gott.

– Ímóti Írlandi sá betri út. Millum annað seta vit ein áleypara inn fyri ein miðverja í royndini at fáa eitt úrslit. Gamaní eydnaðist írum at skora tvey mál seinastu løtu, men kenslan var góð aftaná dystin, tí vit føldu at vit vóru væl við, serliga í seinna hálvleiki, sigur U19-venjarin við heimasíðuna hjá FSF.

Í síðsta dystinum kappingini sást tíðiliga, at føroyska liðið hevði ment seg nógv. Okkara gentur vístu dirvi, og megnaðu eisini at leggja trýst á Belgia onkrar løtur í dystinum. Men í avgerandi løtum var neyðuga hepni tíverri ikki í okkara parti.

Seinastu minuttirnar var føroyska liðið undirmannað, orsakað av skaða, eftir at allar skiftingarnar vóru gjørdar. Tá bleiv tungt, og hesa løtuna eydnaðist Belgia at skora tvey mál afturat.

– Samanumtikið var talan um eina mennandi kapping fyri okkara gentur, har tær fingu møguleikan at royna seg ímóti sera dugnaligum javngomlum spælarum. So hóast úrslitini ikki sóu so pen út, so hava vit nógva læring heim við í skjáttuni.

– Tílíkir dystir menna nevniliga aðrar førleikar, samanborið við dystir, tá talan er um mótstøðu, ið vit kunnu sammeta okkum við. Onkursvegna læra vit at spæla meira búgvi, fyri at klára okkum ímóti so sterkum mótstøðulondum, sigur Pætur Smith Clementsen at enda.

Næst á skránni hjá U19-gentunum er EM-undankappingin í apríl, og tá eru Føroyar aftur í deild B, ið hevur við sær, at mótstøðulondini eru tættari við okkara stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder