Fótbóltur

Nógvar broytingar á stigatalvuni: AB liggur nú til niðurflyting

EB/Streymur yvirtekur Evropaplássi frá B36, og AB fer niður um niðurflytingarstrikuna, meðan NSÍ vinnur seg uppum.

Frøi á heimaliðnum við Margáir í dag (Skíggjamynd: Televarpið)

Frøi á heimaliðnum við Margáir í dag (Skíggjamynd: Televarpið)

2022-08-21 17:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri spennandi dystir í dagsins umfari í landskappingini hjá monnum. Úrslitini hava við sær fleiri broytingar á stigatalvuni, bæði í botninum og í miðjuni.

Niðurflytingarstrikan
Á Argjum var NSÍ á vitjan, og undan umfarinum vóru runavíkingar undir niðurflytingarstrikuni á níggjunda plássið. Gestirnir løgdu seg á odda longu í triðja minutti við máli frá Miska Rautiola.

Tíðliga í seinna hálvleiki javnaðu argjamenn til 1-1 og fingu veruligan spenning í aftur. Eitt stig hevði helst verið góðkent hjá AB, men NSÍ vildi avstað við øllum og við máli frá Lukas Giessing í 73. minutti tryggjaðu runavíkingar sær sigurin og øll trý stigini.

Við sigrinum lyftir NSÍ seg úr botninum og upp á sætta pláss við 19 stigum. AB hevur enn 17 stig og liggur nú undir niðurflytingarstrikuni.

Enn er tó einki avgjørt í botninum. B68 sum var á vitjan í Sarpugerði hjá Víkingi, lá ikki á lætu síðuni, og var hepni við toftamonnum, kundi tað rokkið til eitt stig í dag. Víkingur vann 2-1.

B68 er beint niðanfyri niðurflytingarstrikuna og hevur eisini 17 stig, men orsakað av málmuni eru toftamenn frammanfyri AB.

Dysturin um Evropaplássið
Tað eru nógvar milliónir í at enda í topp fýra tá kappingin er av. Hjá EB/Streymi sær nú gott út, tí við sigri móti B36 í dag fara sundalagsmenn framvið, og hála seg upp á fjórða plássið.

Hetta gjørdi EB/Streymur við 3-2 sigri við Margáir. Støðan í hálvleikinum var 1-1. EB/Streymur hevur nú 27 stig og B36 hevur 26 stig.

HB og KÍ vunnu sínar dystir trygt. 07 Vestur var á vitjan við Djúpumýru og ein hendingafátækur dystur endaði 2-0 til heimaliðið. Í Gundadali lat HB ongan iva vera og vann 3-0.

AB - NSÍ 1-2 (0-1)
3’ Miska Rautiola 0-1
50’ Matthias Præst 1-1
73’ Lukas Giessing 1-2

EB/Streymur - B36 3-2 (1-1)
6’ Hannes Agnarsson 0-1
37’ Jóhann Hansson Joensen 1-1
65’ Gutti Dahl-Olsen 2-1
74’ Jay Andersen 3-1
82’ Martin Agnarsson 3-2

HB - Skála 3-0 (3-0)
12’ Stefan Radosavljevic 1-0
41’ Øssur Dalbúð 2-0
45’ Daniel Johansen 3-0 (br.) 

Víkingur - B68 2-1 (1-1)
5’ Jákup Johansen 1-0
36’ Mohamed Samba  1-1
63’ Martin Klein Joensen 2-1

KÍ - 07 Vestur 2-0 (1-0)
32’ Mads Boe Mikkelsen 1-0
64’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 52 stig*
2. Víkingur 46 stig
3. HB 40 stig
4. EB/Streymur 27 tig
5. B36 26 stig*
6. NSÍ 19 stig
7. 07 Vestur 18 stig
8. B68 17 stig
9. AB 17 stig
10. Skála 8 stig

*Ein dyst færri

20. umfar (Sunnudagin 28. august)

B36 - 07 Vestur
NSÍ - B36
HB - EB/Streymur
KÍ - AB
Víkingur - Skála


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder