Á middegi lat atgongumerkjasølan til søguligu dystirnar upp fyri føroyingum. Hondbótssamband Føroya hevur syrgt fyri, at beint omanfyri 2.200 áskoðarar kunnu sita saman í einum øki í Mercedes Benz Arena í Berlin, har føroyska manslandsliðið skal spæla sínar dystir í bólkaspælinum í EM-endaspælinum.
Nú tveir tímar seinni kann staðfestast, at atgongumerkini ganga sum heitt breyð. HSF upplýsti fyri lítlari løtu síðani, at 80 prosent eru seld. Hetta svarar til, at yvir 1.700 atgongumerki eru selt til føroyska øki.
Stuðulin til føroyska liðið í týska høvuðsstaðnum verður stórur. Sum sølan er, so fer tað at svara til, at íhvussu er umleið fýra prosent av íbúgvartalinum í Føroyum verður til staðar til søguliga dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Les eisini: EM-atgongumerkini verða sett til sølu
Tað gongur helst ikki long tíð, til øll atgongumerkini eru seld. Tá ein keypir er tað galdandi til teir tríggjar dystirnar hjá Føroyum - móti Slovenia, Noreg og Póllandi - umframt til hinar dystirnar í bólkinum.
Vit vita eisini um, at fleiri føroyingar hava keypt atgongumerki saman í bólkinum, sum eitur 205. Hetta er á einari langsíðu, og hetta er eitt av økjunum, ið øll kunnu øll keypa einstøk atgongumerki til. Til ber at lesa meira um tað og keypa inni á tickets.eurohandball.com
Føroyska øki í høllini í Berlin, sum tekur umleið 17.000 fólk, er í eina horninum. Takan er um fimm ymiskar "flokkar". Til ber at lesa meira og finna leinkju til at keypa við á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald