Norðingur úr Norðdepli og Hvannasundi vann ólavsøkuna, men Klaksvíkingur, sum nærum hevði tryggjað sær FM undan róðrinum, vann FM-gullið.
Tað skuldi villa heilt illa til, um ikki Klaksvíkingur skuldi fara avstað við FM-heitinum hjá 10-mannaførunum á ólavsøku. Klaksvíkingur hevði tvey gul kort, og kom eitt triðja, er tað reytt.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hetta hendi tíbetur ikki fyri klaksvíkingar, men hinvegin vóru tað teir umborð á Norðingi, sum vóru stinnastir á degnum, og vunnu við næstan einum sekundi, og frøin var sum vera man stór um ólavsøkugullið.
FM-gullið eiga klaksvíkingar, og hetta er fjórða árið á rað.
Hjá 6-mannaførum kvinnum er Jarnbardur einaráðandi, og soleiðis var aftur í dag. Næstan sjey sekund fremst, vunnu sigursvandu kvinnurnar gull á ólavsøku og eisini FM við fullum stigatali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald