Kravið má vera í minsta lagið 4 stig. Alt annað kann og skal ikki verða góðtikið. Um ikki so má tað vera “farvæl og adjö”, skrivar blaðstjórin, á Norðlýsinum, Jóhann Lüzen, í dag.
Hann setur spurningarnar um hvussu langan snór venjaratoymið Håkan Ericson og Eli Hentze hava, og nær pílarnir í FSF byrja at venda inneftir.
Tí niðurtúrurin tykist ongan enda at fáa, og uttanífrá hevur tað nokk ongantið sæð verri út enn nú, skrivar blaðstjórin.
- Soleiðis er kenslan óivað hjá nógvum føroyingum í dag. 1-0 ósigurin á heimavølli móti Luksemburg í gjár var bert ein staðfesting av vánaligu gongdini hjá føroyska A-landsliðinum í fleiri ár og nú byrjar tað at raka nærri og harðari enn áður.
- Kontrastin er ógvuliga stór, samanborið við evnaríku U21 leikararnir hjá okkum og venjaratoymið við Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen, sum aftur hesuferð fingið eitt gott úrslit í móti sterkari mótstøðu í Serbia. Hevur tað nakað at gera við, at U21 hevur ein annan spælistíl enn A-landsliðið?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald