Hóast Noreg ikki fekk flest heiðursmerki, so var tað kortini Noreg, sum kláraði seg best av Norðurlondunum á olympisku leikunum í Tokyo, sum júst eru av.
Í heiðursmerkjauppteljingini liggur Noreg á einum 20. plássi við átta heiðursmerkjum: 4 gull, 2 silvur og 2 bronsu.
Svøríki er nummar 23 við níggju heiðursmerkjum: 3 gull og 6 silvur.
Danmark er nummar 25 við 11 heiðursmerkjum: 3 gull, 4 silvur og 4 bronsu.
Finnland liggur við sínum tveimum bronsuheiðursmerkjum á einum 85. plássi.
Seinastu tveir olympisku leikirnar hevur tað annars verið Danmark, sum hevur klárað seg best av norðurlondum.
Tað er ikki talið av heiðursmerkjum, sum avgerð raðfylgjuna í hesi uppteljingini, men talið av fyrst gull, síðan silvur og so bronsuheiðursmerkjum.
Sostatt liggja Bermuda, Marokko og Puerto Rico, sum bara vunnu tað eina gullheiðursmerki hvørt, framman fyri Kolumbia, sum vann 4 silvurheiðursmerki, men einki úr gulli.
Karsten Warholm, gull og heimsmet í 400 metra rimarenning (Mynd: EPA)
Hesi vunnu heiðursmerki fyri Noreg:
Gull: Jakob Ingebrigtsen, 1500 metra renning. Karsten Warholm, 400 metra rimarenning. Anders B. Mol og Christian S. Sørum, strandaflogbóltur. Kristian Blummenfelt, triatlon
Silvur: Eivind Henriksen, hamarkast. Kjetil Borch, rógving í einskullara
Bronsa: Hondbóltskvinnurnar. Hermann Tomasgaard, sigling/laser
Simon Petterson og Daniel Ståhl, silvur og gull til Svøríki í klingruvarpi (Mynd: EPA)
Hesi vunnu heiðursmerki fyri Svøríki:
Gull: Daniel Ståhl, klingruvarp. Armand Duplantis, stangarlop. Ríðing fyri lið
Silvur: Simon Petterson, klingruvarp. Peder Fredericson, ríðing. Fótbóltslandsliðið, kvinnur. Anton Dahlberg og Fredrik Bergström, sigling 470 jolla. Josefin Olsson, sigling, laser. Sarah Sjöström, svimjing, 50 m frí.
Anne-Marie Rindom, gull í sigling til Danmark (Mynd: EPA)
Hesi vunnu heiðursmerki fyri Danmark:
Gull: Viktor Axelsen, badminton. Michael Mørkøv og Lasse N. Hansen, banasúkkling, madison. Anne-Marie Rindon, sigling, laser
Silvur: Banasúkkling fyri lið, menn, pursuit. Amalie Diedriksen og Julie Leth, banasúkkling, madison. Hondbóltslandsliðið, menn. Jesper Hansen, leirdúgvuskjóting, skeet.
Bronsa: Emma Aastrand Jørgensen, kajakk-rógving, 200 metrar og 500 metrar. Frederic Vystavel og Joachim Sutton, rógving. Pernille Blume, svimjing, 50 metrar frí
Hesi vunnu heiðursmerki fyri Finnland:
Bronsa: Mira Potlonen, nevaleikur, 57-60 kg. Matti Mattsson, svimjing, 200 metrar bringa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald