Seks dystir vórðu leiktir í EM aftur í dag. Talan var um seinasta umfar í bólki B, D og F.
Í Eysturríki tryggjaði heimaliðið sær pláss í millumumfarinum og tvey stig víðari. Munurin í dystinum móti Norður Makdónia var í roynd og veru størri enn tey frýa málini, ið dysturin endaði við. Eysturríkar spældi væl, og teir eiga toppskjúttan í kappingini: Nikola Bilyk við 28 málum. Ósigurin gjørdi at Kiril Lazarov og co. eru lidnir í EM. Úrslitið í fyrra dystinum í Wien gjørdi, at tann seinni var ein finala um at koma víðari. Ikki nógv mál komu, tað var tætt og nervakent, og Kekkia dróg longra stráðið.
Bilyk hevur skorað í miðal beint yvir níggju mál, og kann gerast munurin fyri Eysturríki í millumufarinum (Mynd: EPA)
Í Trondheim fekk Frakland ein sigur í triðju royndini. Bosnia stríddist annars væl ímóti í fyrra hálvleiki í royndini at fáa sín fyrsta sigur í einum endaspæli. Frakland hevði undan dystinum útspælt sín leiklut, og hetta var møguliga tann seinasti dysturin hjá Nikola Karabatic í einum endaspæli.
Nikola Karabatic spælir allarhelst aftur fyri Frakland í undankappingini til OL, men 35-ára gamli bakspælarin segði møguliga takk fyri seg í kvøld hvat endaspælum viðvíkur (Mynd: EPA)
Tann veruliga umráðandi dysturin í Noreg var millum vertirnar og Portugal, ið hava gjørt um seg við millum annað at vinna á Fraklandi. Talan var um ein góðan hondbóltsdyst, har Noreg so at siga hevði yvirvágina allatíðina. Heimaliðið spældi frálíkan hondbólt við baktetuni Sander Sagosen, Goran Johannessen og høgru bakkunum, Harald Reinkind og Magnus Abelvik Rød. Jøndal á vinstra vongi var tryggur, og Torbjørn Bergerud stóð væl í málinum. Sigurin var tryggur, og Noreg er størsti favoritturin at spæla seg í hálvfinaluna.
Andreas Palicka, annar partur av sera góða málmansparinum hjá Svøríki, hevur høgst bjargingarprosent í kappingini - 50 prosent (Mynd: EPA)
Slovenia vann á Sveis í tí fyrra dystinum í Gøteborg, og er víðari við fullum stigatali. Svøríki var við hesum so at siga víðari undan seinna dystinum í Scandinavium. Pólland skuldi vinna við tíggju málum. Talan var um ein javnan dyst. Spælið sær ikki so gott út, og Svøríki fær einki stig við víðari til millumumfaarið. Tí skulu helst tríggir sigrar til í Malmö komandi vikuna, um vertirnir skulu spæla hálvfinalu í Stokkhólm um tíggju dagar.
Í morgin verður seinasti bólkurin endaliga avgreiddir, og har er nógv uppá spæl hjá Íslandi og serliga Danmark. Ísland skal vinna á Ungarn fyri at fáa tvey stig víðari, og um Danmark skal víðari, skal Ísland fyrst vinna, og síðani skal Danmark basa Russlandi.
Bólkur B:
Úrslitini í kvøld:
Eysturríki - Norður Makedónia 32-28 (18-12)
Ukreina - Kekkia 19-23 (10-9)
Endaliga støðan:
Eysturríki 6
Kekkia 4
Norður Makedónia 2
Ukreina 0
Bólkur D:
Úrslitini í kvøld:
Frakland - Bosnia 31-23 (14-13)
Noreg - Portugal 28-34 (14-16)
Endaliga støðan:
Norra 6
Portugal 4
Frakland 2
Bosnia 0
Bólkur F:
Úrslitini í kvøld:
Sveis - Slovenia 25-29 (10-16)
Svøríki - Pólland 28-26 (14-13)
Endaliga støðan:
Slovenia 6
Svøríki 4
Sveis 0
Pólland 0
Soleiðis sær millumumfarið út í løtuni:
Bólkur 1:
Kroatia 2
Spania 2
Eysturríki 2
Kekkia 0
Týskland 0
Hvítarussland 0
Bólkur 2:
Noreg 2
Slovenia 2
Ísland/Ungarn 2
Ungarn/Ísland/Danmark 0
Svøríki 0
Portugal 0
Í morgin:
Bólkur E:
17.15: Ísland - Ungarn
19.30: Russland - Danmark
Ísland 4
Ungarn 3
Danmark 1
Russland 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald