Hondbóltur

Noreg fær ikki hýst EM-endaspælinum saman við Danmark

Tað er orsakað av koronaavmarkingunum í landinum. Tað liggur nú í kortunum, at Danmark skal hýsa øllum dystunum í komandi mánaði.

Nora Mørk fær ikki comeback í einum endaspælið á heimavølli (Mynd: EPA)

Nora Mørk fær ikki comeback í einum endaspælið á heimavølli (Mynd: EPA)

2020-11-17 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ligið í luftuni í eina tíð, og í gjár gav norska hondbóltssambandið evropeisku hondbóltssamgonguni og DHF boð um, at tað kortini ikki ber til at taka sær av EM-endaspælinum hjá kvinnum í komandi mánaði.

Koronaavmarkingarnar í Noreg eru vorðnar fleiri seinastu tíðina og eftir at hava troyttað allar møguleikar - millum annað eftir ráðføringar við heilsumyndugleikar og politiska myndugleikar - hevur norska hondbóltssambandið verið noytt at ásannað, at tað ikki ber til at hýsa helminginum av endaspælinum, og tað harmast tey um.

Hetta skrivar tv2.dk

Danmark er hitt vertslandið, og alt bendir í løtuni á, at allir dystirnir skulu verða í Danmark. Ásannað verður, at talan verður um eina stóra uppgávu undir umstøðunum, og at fleiri peningur skal til, men í danska hondbóltssambandið verður sagt, at hetta fer at bera til.

EM fer í gongd 3. desember

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder