Hondbóltur

Noreg hevur knívin á barkanum

Ein sigur ímóti Portugal er so at siga eitt krav, um ein av størstu favorittunum í endaspælinum skal røkka fjórðingsfinalunum. Ísland hevur tørv á tveimum stigum móti Sveis, og Svøríki kann seta seg í heilt góða støðu við sigri í kvøld.

Millumumfarið í Egyptalandi byrjar í dag, og nógv hvílur á breiðu herðunum á Sander Sagosen (Mynd: EPA)

Millumumfarið í Egyptalandi byrjar í dag, og nógv hvílur á breiðu herðunum á Sander Sagosen (Mynd: EPA)

2021-01-20 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tapið fyri Fraklandi í fyrsta dystinum hjá Noreg í HM-endaspælinum hóskvøldið segði størsta norska stjørnan, at nú hevði liðið knívin á barkanum næstu tvær vikurnar: 

- Vónbrotið er stórt. Tað er keðilig kensla, ið man ikki er so vanir við, tí eg eri ikki vanir við at tapa hondbóltsdystir. Tað er ein kensla, ið vit ikki vilja hava aftur í endaspælinum, so tað er bara at arbeiða víðari. Nú hava vit knívin á barkanum næstu 14 dagarnar segði Sander Sagosen við norska TV2.

Ein av heimsins allarbestu leikarum seinastu árini er toppskjútti í HM við 30 málum - tíggju í miðal - og hevur næstflest assist (19) Sagosen og hansara liðfelagar hava sett nøsina upp ímóti gullinum hesaferð, men orsakað av úrsltinum móti Fraklandi, so eru fraklendingar tvey stig frammanfyri og eru betri innanhýsis áðrenn millumumfarið. Tì skal Noreg hava fatur á Portugal, sum vann allar dystirnar í sínum bólki og harvið hevur fýra stig við. Liðini hittast í kvøld, og um liðið hjá Sander Berge ikki vinnur har, so verður tað ógvuliga trupult at koma víðari til fjórðingsfinalurnar.

[object Object]
Íslendingar fegnast, eftir at teir hava spælt seg víðari við tveimum stigum (Mynd: EPA)

Ísland er í sama bólki. Tað eru ikki somu vánir fyri íslendska liðnum - serliga tá besti leikarin Aron Pálmarsson ikki er við vegna skaða. Liðið hjá Guðmundi Guðmundssyni tapti fyri Portugal í innleiðandi bólkaspælinum men vann síðani tveir tryggjar sigrar móti norðurafrikanskari mótstøðu og kann við sigri í dag bjóða av. Dystir móti Fraklandi og Noreg eru eisini fyri framman.

Svøríki vann ein góðan sigur á vertunum í dystinum um fyrsta plássið í bólki G mánadagin. Svenska liðið er á ymsan hátt skert og skal í millumumfarinum stríðast við trý lið úr Eysturevropa. Fyrsta uppgávan er Hvítarussland í kvøld. Har eru sviar favorittar, og um tvey stig koma til høldar so sær heilt gott út í mun til at koma í fjórðingsfinaluna.

Les eisini: Uruguay viðari eftir 32-87 samanlagt

HM í Egyptalandi - millumumfarið

Bólkur 3
Portugal 4 stig
Frakland 4 stig 
Ísland 2 stig
Noreg 2 stig
Svies 0 stig
Algeria 0 stig

Í dag - 20/1
14.30: Sveis - Ísland
17.00: Frakland - Angola
19.30: Portugal - Noreg

Bólkur 4
Svøríki 4 stig
Russland 3 stig
Egyptaland 2 stig
Slovenia 2 stig
Hvítarussland 1 stig
Norðurmakedónia 0 stig

Í dag - 20/1
14.30: Norðurmakedónia - Slovenia
17.00: Russland - Egyptaland
19.30: Svøríki - Hvítarussland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder