Fótbóltur

Noreg krevur Glimt-sigur í kvøld

KÍ’ararnir eru væl fyrireikaðir til Champions League uppgerðina á Aspmyra Stadion í Bodø í kvøld.

Bodø/Glimt kláraði tað gott í Conference League í fjør, tá teir millum annað vunnu á AS Roma. Í ár er vónin at sleppa langt í Champions League (Savnsmynd: EPA)

Bodø/Glimt kláraði tað gott í Conference League í fjør, tá teir millum annað vunnu á AS Roma. Í ár er vónin at sleppa langt í Champions League (Savnsmynd: EPA)

2022-07-06 11:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

[object Object]

Í Noregi verður uppgávan hjá Bodø/Glimt á Aspmyra Stadion í kvøld mett sum eitt ‘walk-over’.

Tað er í hvussu so er sikkurt, at tað í norskum fjølmiðlum verður gjørt til eina gølu, um Bodø-liðið vinnur Champions League-undandystin móti KÍ í kvøld.

Veddingarfyritøkurnar eru eisini sannførdar um ein tryggan Bodø-sigur. Norsk Tipping gevur einans pengarnar aftur 1,08 ferðir um Glimt vinnur. Tú fært pengarnar 14,50 ferðir aftur um KÍ vinnur og 7,80 ferðir um dysturin endar javnt.

Bodø/Glimt verður mettur sum greiður favorittur, hóast úrslitini higartil ikki  heilt hava lagað seg eftir ætlan fyri liðið úr Bodø.

Eftir sera góða kappingarárið í fjør, tá teir endurvunnu norska meistaraheitið, og veruliga gjørdu seg galdandi í bólkaspælinum í Conference League við at spæla seg heilt til fjórðingsfinalurnar, hevur gingið meira striltið eftir at norska fótbóltskappingin byrjaði aftur.

12 umfør eru spæld av Eliteserien, og verandi meistararnir liggja bara á sætta plássi við 19 stigum í 12 dystum eftir fimm sigrar, fýra javnleikir og trý tap.

Harafturat hevur liðið eina ógvuliga harða kappingarskrá. Norska fótbóltskappingin fer ikki í summarstøðg, eins og gjørt verður í Føroyum, tí spælir Glimt hesa tíðina tveir dystir um vikuna, og tað kann koma einum trýstum liði aftur um brekkur.

Um vikuskiftið spældi Bodø/Glimt á útivølli móti liðnum hjá føroyska landsliðsleikaranum Gilla Rólantssyni, Odd. Odd vann 3-2, og sigursmálið varð skorað í yvirtíðini. Ein harður dystur, har fleiri Glimt-spælarar vórðu raktir av skaðum.

[object Object]KÍ-hópurin vandi á Aspmyra leikvøllinum í Bodø í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Vónir og væntanir í KÍ-hópinum

Í KÍ-leguni hava tey eisini lagt merki til, at Glimt er eitt lið undir stórum trýsti, ikki minst væntanirnar av fjepparum og miðlunum.

Mikkjal Thomassen hevur í norskum undirspælt sína styrki og sammetir KÍ við eitt gott lið í OBOS-deildini (norsku 2. deild). Men hann ávarar eisini um, at Glimt kemur at møta einum liði, sum er væl fyrireikað til dystin og sera væl fyri kropsliga.

Og tað liggur ein væntan og vón hjá leikarum um møguliga at kunna levera okkurt óvæntað á Aspmyra Stadion í kvøld.

- Okkara mál er at halda lív í dystinum undan uppgerðini við Djúpumýri um eina viku, sum Jóannes Kalsø Danielsen segði í samrøðu í gjárkvøldið

Uppskriftin er at spæla disiplinerað verjuspæl. Sambært Mikkjali Thomassen, venjaranum, sum ikki sleppir at vera á síðulinjuni í kvøld vegna leikbann, so hava KÍ leikararnir fyrireikað seg upp á hvønn einstakan mótstøðuleikara til dystin í kvøld. KÍ er tí væl fyrireikað við høvuðsdendi á verjuspæli í væntanini og vónunum um, at spælið fer at geva nakrar málmøguleikar á Aspmyra stadion í kvøld.

Sí samrøðuna vit gjørdu við Mikkjal Thomassen í gjárkvøldið

Dysturin millum Glimt og KÍ í Bodø byrjar klokkan 17 í kvøld, føroyska tíð. Televarpið vísir dystin 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder