Nú er endaliga greitt, hvørji lið skulu kappast um OL-gull í manshondbólti í Tokyo í summar. OL er sera stórt í hondbóltsheiminum, serliga tí tað er bert fjórða hvørt ár, í mun til EM og HM ið bæði eru annaðhvørt ár.
Sum heimsmeistarar høvdu danir spælt seg til HM fyri langari tíð síðani - januar 2019. Spania (EM 2020), Egyptaland, Argentina og Bahrain hava eisini spælt seg til OL við at vinna meistaraheiti í sínum parti av heiminum. Japan er við sum vertur.
Avgerðin um hinir seks luttakararnir fall í vikuskiftinum, tá teir tríggir undankappingarbólkarnir við fýra liðum í hvørjum bólki spældu seg víðari.
Í Berlin vóru slovenar ov stuttir, og vertirnir og Svøríki spældi seg víðari. Norðmenn og brasliumenn vóru sterkast í Pogdorcia - hetta verður fyrstu ferð í 49 ár, at manslandsliðið hjá Noreg skal spæla á olympisku leikunum.
Tað gjørdist mest spennandi í Montpellier. Kroatia hevði komið víðari, um Portugal ikki hevði megnað at vunnið á Fraklandi í seinasta dystinum, og tað sá út fara gerast veruleiki. Men hóast eina trý-máls leiðslu til heimaliðið í 56. minutti vann Portugal. Menningin hjá liðnum hevur verið stór seinastu árini, og nú skal Portugal til sítt fyrsta OL í manshondbólti. Síðst í februar andaðist doyði sera dugnaliga málverjin Alfredo Quintana, eftir at hann fekk hjartsteðg til venjing hjá FC Porto. Quintana gjørdist 32 ár, og hann varð aftur heiðraður eftir søguliga sigurin í gjár.
Danmark skulu í Tokyo verja OL-heiti, ið danir fingu í hús í Rio de Janeiro í 2016.
OL-liðini:
Japan, vertstjóð
Danmark, heimsmeistari
Spania, europameistari
Egyptaland, afrikanskur meistari
Argentina, panamerikanskur meistari
Bahrain, asiatiskur meistari
Týskland, Svøríki, Frakland, Portugal, Noreg og Brasil, nummar eitt og tvey í undankappingarbólkunum
Hondbóltur
Noreg og Svøríki hava spælt seg til OL
Hetta er fyrstu ferð í 49 ár hjá Noreg. Portugal megnaði at spæla seg til sítt fyrsta OL á fyrsta sinni við einum flottum endaspurti móti Fraklandi.
Sander Sagosen í dysti móti Svøríki til EM-endaspæla - Noreg og Svøríki hava nú spælt seg til OL í Japan (Mynd: EPA)
2021-03-16 18:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald