Hondbóltur

Noreg og Svøríki komin víðari

Danmark eisini – tí er seinasti dysturin í miðumfarinum uttan týdning fyri danska liðið, ið stríðist við búkilsku.

Norski Christian O'Sullivan var millum bestu leikararnar móti Íslandi í gjár (Mynd: EPA)

Norski Christian O'Sullivan var millum bestu leikararnar móti Íslandi í gjár (Mynd: EPA)

2021-01-25 15:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast miðumfarið í HM-kappingini í hondbólti fyri menn í Egyptalandi ikki er liðugt enn, so er tað greitt, at trý Norðurlond verða við, tá fjórðingsfinalurnar verða spældar mikudagin.

Í gjár gjørdist greitt, at Svøríki og Noreg koma víðari. Men Ísland er nú liðugt í kappingini. Ísland tapti í gjárkvøldið 33-35 fyri Noregi.

Tað var tó ikki nóg mikið hjá Noregi at koma víðari. Men tá Frakland seinni vann stórsigur, 32-23, á Portugal, gjørdist greitt, at Noreg fylgir Frakland til fjórðingsfinalunar.

Svøríki hevur havt eitt gott HM og endaði best í sínum miðbólki, framman fyri Egyptaland, sum eisini kom víðari. Sviar vunnu í gjár 34-20 móti russum.

Seinastu dystirnir í miðumfarinum verða spældir í dag.

Danmark hevur eisini klárað seg væl higartil, og er longu vinnari av sínum bólki. Tí er dysturin móti Kroatia uttan týdning fyri Danmark, men av stórum týdningi fyri Kroatia, sum framvegis hevur møguleika at gerast nummar tvey.

Í hinum bólkinum, sum er eftir at spæla, er onki at spæla um, tí Ungarn og Spania hava longu tryggjað sær víðari luttøku.

[object Object]
Føroyski Jóhan á Plógv Hansen spældi ikki móti Japan um vikuskiftið orsaka av trupulleikum við maganum. Óvist er, um hann er við móti Kroatia í kvøld (Mynd: EPA)

Dragast við búkilsku
Danska liðið hevur verið rakt av sjúku. Sostatt kundi føroyingurin á liðnum, Johan Hansen og stjóra stjørnan á liðnum, Mikkel Hansen, ikki vera við í dystinum leygarkvøldið móti Japan.

Teir høvdu fingið búkilsku.

Í dag ljóðar, at Mikkel Hansen er við at koma fyri seg aftur. Men nú eru fleiri í danska hópinum, sum dragast við búkilsku, skrivar dr.dk, og tí er óvist hvussu hópurin til dystin móti kroatum verður mannaður í kvøld.

Illgruni er um, at tað er maturin á hotellinum, sum er orsøkin til at menn eru lagstir við magatrupulleikum.

Danmark skal spæla móti vertunum úr Egyptalandi í fjórðingsfinaluni mikudagin. Hvussu hinar fjórðingsfinalurnar verða settar saman, verður avgjørt í dystunum í kvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder