Hondbóltur

Noreg og Svøríki vóru sannførandi

Sviar spílaðu seg av álvara út í Göteborg, og Sander Sagosen vísti sín høga klassa í Trondheim.

Bosnisku leikararnir royndu, men Sander Sagosen var ikki til at steða í kvøld (Mynd: EPA)

Bosnisku leikararnir royndu, men Sander Sagosen var ikki til at steða í kvøld (Mynd: EPA)

2020-01-10 22:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra norðurlond eru við í EM-endaspælinum, og tvey av teimum spældu í kvøld. Talan var um tey bæði, ið eru vertslond saman við Eysturríki, ið spældi fyrr í kvøld.

Les eisini: Portugal skelkaði aftur Frakland og hondbólts-Evropa

Svøríki og Noreg vóru bæði í leiklutinum sum stórfavorittur, og serliga sviar svíktu ikki. Ì Göteborg var heimaliðið sannførandi móti Sveis, ið er við til sítt fyrsta EM-endaspæl síðani 2006 á heimavølli, og eingin ivi var nakrantíð um, hvør fór at vinna. Andreas Panecka stóð væl í svenska málinum og skoraði eisini tvey mál. Málskjótingin var eisini væl spredd út hjá sviium.

[object Object]
Vinstri vongurin, Jerry Tollbring, gjørdist deildur toppskjútti í dystinum við seks málum (Mynd: EPA)

Í nýggja Trondheim Spektrum kom Bosnia á odda, og tað tók eina løtu, áðrenn Noreg av álvara fekk yvirtakið. Heimaliðið koyrdi sína kontramskinu effektivt, og Sander Sagosen spældi ein framúr dyst. PSG-leikarin skoraði 12 mál og spældi fleiri ferðir liðfelagðar fríar á frálíkan hátt. Av tí at Portugal vann á Fraklandi fyrr í kvøld, var sigurin hjá Noreg eyka týdningarmikil.

Ukreina, ið Føroyar vóru í bólki við í undankappingini, gav Norður Makedónia ein skarpan gang. Leingi hevði Norður Makedóna eina leiðslu á nøkur mál, men seinastu løtuna kom spenningur í dystin.    

Úrslitini í dag:

Bólkur B: 
Kekkia - Eysturríki 29-32 (14-13)
Norður Makedónia - Ukraina 26-25 (13-10)


Bólkur D: 
Frakland - Portugal 25-28 (11-12)
Noreg - Bosnia & Hersegovina 32-26 (17-12)

Bólkur F:
Slovenia - Pólland 26-23 (13-11)
Svøríki - Sveis 34-21 (20-13)

Í morgin spæla millum annað Danmark og Ísland. Hetta er fyrsti dystir hjá hesum báðum liðunum.

Leygardagin: 

Bólkur E: 
17.15: Danmark - Ísland 
19.30: Russland - Ungarn

Bólkur A: 
17.15: Kroatia - Hvítarussland 
19.30: Montenegro - Serbia

Bólkur C: 
17.15: Lettland - Holland
19.30: Spania - Týskland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder