Stutt eftir at Slovenia hevði bast Portugal, byrjaði Malmö Arena í Hyllie at fyllast meira, og lagt var upp til norðurlendsk brak millum Noreg og Ísland. Hetta var næstseinasta leikumfar í millumumfarinum í EM-endaspælinum.
Norðmenn vóru favorittar og blástu eisini íslendingarnar um koll fyrstu minuttirnar. Tá gingu níggju minuttir, áðrenn Ísland kom á máltalvuna, og tá høvdu norðmenn skorað sjey ferðir. Liðið hjá Guðmundi Guðmundssyni hevði sera trupult við at koma til málmøguleikar fyrstu løtuna, og skotini ið komu raktu framvið málinum ella Torbjørn Bergerud í norska málinum. Ísland gjørdi eisini tekniskar villur og álopsvillur fyrstu tíggju minuttirnar, meðan Noreg skoraði í hvørju álopi.
Frá 7-1 málinum til hálvleiks leikaði javnt á. Liðini skiftust so gott sum at skora, og stóri trupulleikin hjá Íslandi var nú at tálma norðmonnum. Hetta var tó als ikki bara sum at siga tað, tí reyða maskinan koyrdi sum smurt. Sander Sagosen var sum altíð sera trupul at steðga, og í kvøld var tað serliga Christian O'Sullivan afturat, ið var eyðsýndur: Hann spældi klókt, við kvikleika og var ágangandi - í báðum endum av vøllinum. Hann skoraði seks mál.
Sagosen roynir seg við gjøgnumbroti. Numar fimm hjá Noreg hevur nú skorað 51 mál í EM (Mynd: EPA)
Noreg skoraði heili 19 ferðir fyri steðgin, men fýra útav teimum fyrstu fimm málunum í 2. hálvleiki skoraði Ísland, og so var dysturin aftur opin. Verjan møtti og takklaði væl betri Sagosen og co, og í málinum hevði Viktor Gisli Hallgrímsson fleiri framúr góðar bjargingar. 19-ára gamli málverjin varð kosin til besta leikara í dystinum, og aðrir ungir leikarar gjørdi eisini vart við seg. Royndu leikararnir Aron Palmarsson, Alexander Petersson og Guðjón Valur Sigurðsson spældi ikki í 2. hálvleiki.
Meginparturin av áskoðarunum í høllini bakkaðu Ísland upp, og tað merkist ein spenningur sum hálvleikurin leið. Ísland var í nøkrum førum á -3 og hevði nakrar møguleikar at minka meira um munin, men tveir álopsfeilir og ein Bergerud-bjarging forðaði fyri hesum. Seinastu minuttirnar gekk Sagosen veruliga á odda fyri Noreg, hóast íslendingar gjørdu sítt ítasta móti toppskjúttanum í EM, sum skoraði níggju mál í kvøld.
Við úrslitinum er Ísland nú uttan møguleika fyri at koma víðari ella fyri at koma í OL-undankappingina, ið verður leikt í vár. Har fer Noreg at luttaka, og norðmenn skulu eisini luttaka íaðrari hálvfinaluni í Stokkhólmi fríggjakvøldið. Svensku vertirnir vunnu á Ungarn í málfáttøkum dysti seint í kvøkd, og tað ger, at tað er heilt víst, at Slovenia og Ungarn ikki kunnu enda frammanfyri Noreg í bólkinum. Júst Slovenia og Ungarn skulu stríðast um seinasta hálvfinaluplássið. Slovenar skulu hava minst eitt stig móti Noreg, ella vóna at Portugal, ið spælir fyri einum møguligum OL-plássi, tekur stig frá Ungarn.
Úr hinum bólkinum eru Spania og Kroatia víðari og spæla um 1. plássið, ið helst ger at sloppið verður undan Noregi í hálvfinaluni, í Wien seinnapartin í morgin.
EM-millumumfarið:
Týsdagin 21.01
Portugal - Slovenia 24-29 (15-14)
Noreg - Ísland 31-28 (19-12)
Svøríki - Ungarn 24-18 (10-9)
Mikudagin 22.01 - seinasta umfar í Malmö og Wien
Bólkur 1:
15.00: Kroatia - Spania
17.15: Hvítarussland - Ungarn
19.30: Kekkia - Týskland
Spania 8
Kroatia 8
Týskland 4
Eysturríki 2
Hvítarussland 2
Kekkia 0
Bólkur 2:
15.00: Portugal - Ungarn
17.15: Noreg - Slovenia
19.30: Ísland - Svøríki
Noreg 8
Slovenia 6
Ungarn 4
Portugal 2
Ísland 2
Svøríki 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald