Evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, hevur gjørt av, at Noreg verður dømt at tapa dystin móti Rumenia 3-0. Rumenia og Noreg skuldu havt spælt ein dyst í B-røðini í Nations League sunnudagin.
Men av tí at koronasmitta varð staðfest í norska landsliðshópinum, kundi liðið ikki fara til Rumenia, og dysturin varð tí ikki spældur.
Norska fótbóltssambandið, NFF, bað í fyrstu atløtu um at dysturin varð útsettur, ella í ringasta føri at úrslitið varð avgjørt við lutakasti. Hetta tí at NFF ikki átti nakra skuld í at dysturin ikki kundi spælast. Men hetta varð ikki eftirlíkað.
Noreg stóð annars til at vinna sín bólk, og lá til uppflyting í A-røðina.
Við skrivaraborðsavgerðini liggur Noreg nú trý stig aftan fyri Eysturríki í bólkinum.
Og júst Eysturríki og Noreg hittast í bólkafinaluni, sum verður spældur í Wien í kvøld. Skal Noreg vinna bólkin, skal Noreg vinna við 2-1 ella meira, tí Eysturríki vann dystin í Oslo í september.
Neyðlandslið
Men Noreg spælir dystin við einum b-liði, ella neyðlandsliði, sum norskir miðlar kalla tað.
Av tí at allur upprunaligi A-landsliðshópurin og Lars Lagerbäck, landsliðsvenjari eru í sóttarhaldi, verður tað U21-landsliðsvenjarin, Leif Gunnar Smerud, sum stendur á odda fyri norska liðnum í kvøld.
Talan verður um eitt landslið, sum bert er mannað av leikarum, ið dagliga spæla uttan fyri Noreg. Bert ein maður, sum dagliga spælir í Noregi, er við á liðnum. Tað er liðfelagin hjá Gilla Sørensen í Viking, áleyparin Veton Berisha, sum er sloppin avstað, tí hann fyrr hevur verið smittaður við korona.
Sostatt eru tað bara fimm leikarar á liðnum, sum fyrr eru skrásettir fyri dyst á norska A-landsliðnum. Mats Møller Dæhli, sum spælir í Genk í Belgia, er royndasti leikarin við 23 landsdystum í viðførinum. Hann verður liðskipari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald