Danmark, sum føroysku kvinnurnar spældi ímóti í Sveis týsdagin, spældu í gjár móti væl sterkari mótstøðu.
Tað var tá norðurlendska brakið var í bólki 2 í millumbólkaspælinum, har Danmark og Noreg brustu saman. Sum so mangan áður vóru tað norsku kvinnurnar sum vóru omaná og vunnu 27-24. Noreg var á odda 13-12 í steðginum.
Hjá Danmark var stóri profilurin Mie Højlund ikki við orsakað av lítlum skaða í venjing dagin fyri. Hon verður væntandi klár aftur til næsta dyst. Hjá Noreg er stóra stjørnan Nora Mørk ikki við hetta endaspælið, tí hon er við barn.
Svøríki vann 33-25 á Póllandi. Svensku kvinnurnar eru longu aftur á vøllinum, og spæla í skrivandi stund móti Rumenia.
Úrslitini í gjár
Bólkur 1
Svøríki - Pólland 33-25
Ungarn - Montenegro 26-20
Frakland - Rumenia 30-25
Bólkur 2
Sveis - Týskland 27-36
Danmark - Noreg 24-27
Niðurlond - Slovenia 26-22
Millumumfar bólkur 1
1. Frakland 4 stig
2. Ungarn 4 stig
3. Svøríki 2 stig
4. Montenegro 2 stig
5. Rumenia 0 stig
6. Pólland 0 stig
Millumumfar bólkur 2
1. Niðurlond 4 stig
2. Noreg 4 stig
3. Danmark 2 stig
4. Týskland 2 stig
5. Slovenia 0 stig
6. Sveis 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald