Í bólki F, ið er bólkurin hjá Føroyum, vóru tveir aðrir dystir umframt tann á Tórsvølli í gjár.
Á Ullevål leikvøllinum í Oslo hevði Norra vitjan av Spania. Liðskiparin hjá Spania Sergio Ramos kom í dystinum móti Føroyum fyri einum mánað síðani upp undir liðina á Iker Casillas fyri flest landsdystir hjá Spania, og í gjárkvøldið tók hann so metið, tá hann spældi sín Landsdyst nummar 168.
Spaniólar løgdu seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, við málið frá Sául. Leingi sá tað út til, at tað fór at endað við einum sigri til gestirnar, men í yvirtíðini fekk Norra brotsspark, ið Joshua King skoraði uppá og tryggjaði harvið Norra eitt stig.
Á Malta vann Svøríki ein tryggan 0-4 sigur, ið ger at teir halda fast við øðrum plássi í bólkinum. Sebastian Larsson skoraði tvær ferðir uppá straffi fyri Svøriki, Marcus Danielson skoraði eitt mál, og tað ein málið var eitt sjálvmál ið Andrei Agius gjørdi.
Í bólki D vann Danmark ein sera týðandi sigur, tá teir vunnu 1-0 á Sveis í Parkini. Yussuf Poulsen skoraði einsamalla málið, ið kom bert seks minuttir fyri tíð. Úrsliti ber við sær at Danmark, ið liggur á øðrum plássi, nú liggur fýra stig frammanfyri Sveis, tó hevur Sveis leikt ein dyst færri.
Úrslitini og støðan eftir dystirnar í gjár
Bólkur D
Georgia – Írland 0-0
Danmark – Sveis 1-0
Støðan:
Írland 12 stig (6 dystir)
Danmark 12 stig (6 dystir)
Sveis 8 stig (5 dystir)
Georgia 5 stig (6 dystir)
Gibraltar 0 stig (5 dystir)
Bólkur F
Føroyar – Rumenia 0-3
Malta – Svørríki 0-4
Norra – Spania 1-1
Støðan: (øll liðini hava leikt 7 dystir)
Spania 19 stig
Svørríki 14 stig
Rumenia 13 stig
Norra 10 stig
Malta 3 stig
Føroyar 0 stig
Bólkur J
Bosnia og Hersegovina – Finnland 4-1
Italia – Grikkaland 2-0
Liktinstein – Armenia 1-1
Støðan: (øll liðini hava leikt 7 dystir)
Italia 21 stig
Finnland 12 stig
Armenia 10 stig
Bosnia og Hersegovina 10 stig
Grikkaland 5 stig
Liktinstein 2 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald