Hóast tað er eitt vónbrotið Noreg eftir fjórðingsfinalutapið fyri Onglandi, so eru norðmenn sjálvandi ernir av fótbóltsmonnunum eftir søguliga flotta HM-endaspælið.
Sí eisini: Haaland: - Um hatta var fríspark eigi eg fríspark í flestu nærdystum
Og hetta skal markast í kvøld, tá norski hópurin við øllum rundanum kemur heim.
Ein talsmaður fyri i Forsvaret, norsku verjuna, váttar fyri VG, at fylgi við stríðsflogum fer at taka ímóti í Gardemoen.
Norska ferðalagið er tó nakað seinkað. Hetta vegna trupulleikar í USA í morgun. Harvið lendir flogfarið ikki fyrrenn umleið klokkan 18.50 norska tíð, sum er umleið tveir og ein hálvan tíma seinni enn ætlað.
Upprunaliga æltanin var annars, at norski hópurin við fylgi skuldi vera við eyðkendu kongsborgina í Oslo, har norðmenn í gleðisrúsi hava flokkast fleiri ferðir undir HM, klokkan 19 lokala tíð.
Har taka Haakon krúnprinsur, Ingrid Alexandra prinsessa, og Sverre Magnus prinsur, ímóti. Øll hava havt HM-upplivingar í USA, og saman við hópinum og túsindtals norðmonnum skulu tey, sjálvandi, rógva.
-
Forsetin í FIFA, Gianni Infantino og norski krúnprinsurin Håkon undir fjórðingsfinaluni millum Noreg og England leygarkvøldið (Mynd: Justin Setterfield/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Sverre Magnus prinsur og Ingrid Alexandra prinsessa undan áttandapartsfinaluni móti Brasil (Mynd: Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald